Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Savnsmynd

Varðhaldsfongslaður í 4 vikur

23 ára ganal maður varðhaldsfongslaður í 4 vikur fyri narko, brot á vápnalógina og harðsskap ímóti politinum

Politiið handtók í gjár – mánadagin, hin 11. januar 2021 kl. 17.28 – ein 23 ára gamlan mann í Tórshavn fyri brot á narkotika lóggávuna, vápnalógina og fyri harðskap ímóti einum politisti.

Hann er skuldsettur fyri at liggja inni við einari størri nøgd av narkotika so sum ecstasy, amfetamin, kokain og hash, og fyri at hava eina høglbyrsu, har løbið var saga av.
Hann er eisini skuldsettur fyri harðskap ímóti einum politisti.

Hann bleiv í dag kl. 13.00 framstillaður í grundlógarforhoyri í Føroya Rætti, har hann bleiv varðhaldsfonglaður í 4 vikur. Hann kærdi ikki avgerðina.

Grundlógarforhoyrið bleiv hildið fyri afturlatum hurðum.

Grundað á víðari kanningararbeiði, hava vit ikki fleiri upplýsingar í málinum.