Gongdin var góð í 1. ársfjórðingi
Ársins fyrstu tríggir mánaðir royndust væl hjá BankNordik. Avlopið var 94 mió. kr., og útlitini fyri 2021 eru góð, hóast ein ávís óvissa framvegis valdar.
Bæði fyritøkur og húsarhald í Føroyum eru sum heild komin væl ígjøgnum tær fíggjarligu avbjóðingar, ið COVID-19 hevur elvt til. Ávísar vinnur eru framvegis nógv ávirkaðar av farsóttini, men kortini hava sera fáir av kundum bankans í løtuni tørv á fíggjarligari hjálp.
”Føroyska arbeiðsloysið er lágt, og nú ferð av álvara er komin á koppsetingarnar, er tað nógv, sum bendir á, at 2021 verður eitt gott ár fyri innlendska marknaðin. Vit vita tó ikki, hvørjar langtíðar avleiðingarnar av COVID-19 vera, og hvussu gongdin á útlendsku marknaðunum fer at ávirka føroysku útflutningsvinnuna. Framtíðarútlitini eru sostatt framvegis tengd at einari ávísari óvissu, og tí hava vit sett pening av til møgulig tap, ið kunnu fara at vísa seg,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Fíggja bústaðir um alt landið
Eftirspurningurin eftir sethúsum og íbúðum er framhaldandi stórur, og tað sást aftur í nógva virkseminum, sum var á bústaðarmarknaðinum í fyrsta ársfjórðingi. BankNordik veitir fígging til bústaðarkeyp og nýbygging um alt landið, og seinastu tíðina hevur áhugin fyri at seta búgv í býum og bygdum uttan fyri høvuðsstaðarøkið verið vaksandi. Tað er samstundis í teimum økjum, at vøksturin í miðalprísum fyri sethús er størst.
Gera tað lættari at velja grønar loysnir
BankNordik leggur seg eftir at veita burðardyggar og tíðarhóskandi tænastur, ið gera tað lætt hjá kundunum at velja umhvørvisvinarligar loysnir. Í tí sambandi fór bankin í mars undir at bjóða eitt grønt bústaðarlán, ið ger tað bíligari hjá kundunum at taka lán til sethús og íbúðir, ið verða hitað við varandi orku. Endamálið er at eggja kundum til at skifta oljufýringina út við eina varandi orkuskipan og harvið stuðla undir grøna orkuskiftið í føroyska samfelagnum.
Danska virksemið endaliga flutt í juni
Tann 1. februar varð danska virksemið hjá BankNordik selt, og væntandi verður flytingin av donsku kundunum til Spar Nord endaliga framd í juni. Frameftir fer BankNordik at leggja seg eftir at veita kappingarførar tænastur til privat húski og vinnulív í Føroyum og í Grønlandi, har BankNordik í dag hevur umleið 20% av marknaðinum. Fyrr í ár vórðu bygnaðarligar tillagingar framdar til tess at tryggja, at virksemið hjá samtakinum framhaldandi verður rikið so skynsamt sum gjørligt.
Roknskapurin í stuttum
- Úrslitið fyri skatt gjørdist 118 mió. kr. samanborið við -30 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 38 mió. kr. samanborið við 28 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020
- Útlán vórðu niðurskrivað fyri -3 mió. kr. samanborið við -18 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020
- Rakstrarúrslitið gjørdist 35 mió. kr. samanborið við 10 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020
- Útlánini hækkaðu úr 7,4 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 til 7,5 mia. kr.
- Realkredittlánini hækkaðu úr 2,0 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 til 2,4 mia. kr.
- Bankin hevði 7,5 mia. kr. í innlánum, ið er umleið tað sama sum sama tíðarskeið í 2020
- Solvensurin hækkaði úr 23,4% sama tíðarskeið í 2020 til 36,2%
- Bankin væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 150 og 200 mió. kr. (2020: 166 mió. kr.)