Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Klaksvíksleiðin bíligast og best tænastu

Soleiðis siga nýggju eigararnir Jógvan Skorheim og Jóhann Lützen við ein munn, tá vit spyrja teir hvat skal eyðkenna fyritøkuna, nú teir hava tikið yvir í dag.
Klaksvíksleiðin tekur sær av flytigóðsi, bæði fyri fyritøkur og privatpersónar. Fyritøkan hevur tveir vørubilar koyrandi millum Tórshavn, Eysturoy, Vágar og Klaksvík, og annars um allar Føroyar, har landfast er, hvønn gerandisdag.
Undanfarni eigarin Jan Danielsen vendi sær til okkum og segði, at hann ynskti at steðga við Klaksvíksleiðini av ymsum orsøkum. Hann spurdi um vit vóru sinnaðir at yvirtaka Klaksvíksleiðina og so gekk skjótt. Klaksvíksleiðin er ein væl rikin fyritøka, ið hevur ment seg nógv seinnu árini. Møguleikarnir fyri vøkstri eru nógvir, so vit fara undir hesa verkætlan við góðum treysti, sigur Jógvan Skorheim.
Vit yvirtaka Klaksvíksleiðina í dag uttan at gera stórvegis broytingar. Fyrstu bilarnir eru longu farnir avstað sín fyrst túr við pakkum o.ø til okkara viðskiftafólk. Vit eru kappingarførir og ynskja at veita bestu tænastuna til okkara kundar, sigur Jóhann Lützen.
Til ber at seta seg í samband við Klaksvíksleiðina á telefon 27 27 70 ella umvegis teldupost klaksvikleid@gmail.com.