Tunnilsfelagið skrivar
Í sambandi við at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru liðugt dagførdir, var ígjár hugnaløta fyri arbeiðsfólkunum og fyritøkunum sum hava luttikið í arbeiðnum.
Brandur Patursson greiddi frá hugtakandi listaverkinum við ljósum, sum var tendrað á botninum í tunlinum. Tónleikainnslag var við Benjamin Petersen, við sangi hann hevði yrkt saman við Petur Pólson.
Feløgini sum hava luttikið í arbeiðnum eru Articon, sum hevur staðið fyri stoyping av kantsteini og føringskanti, LM-electric hevur staðið fyri at montera markeringsljós og kunstljós.
Asfaltarbeiðið er gjørt av HJ-Asfalt og Kreton. Ráðgevandi fyritøkurnar hava verið HMP-consult og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar. Ansni hevur havt vaktarhald og leitt ferðsluna, tá steðgur hevur verið í arbeiðnum. Vegna tunnilsfeløgini hevur Birgir Johannesen havt ábyrgdina.
Sera gott samstarv hevur verið við SEV, sum hevur ført háspenningskaðlar gjøgnum báðar tunlarnar.
Fyri ikki at órógva dagligu ferðsluna ov nógv, er arbeiðið gjørt um næturnar. Øll arbeiðini eru gjørd til tíðina. Tað er takkað verið dugnaligu arbeiðsfólkunum sum hava møtt hvørja nátt frá kl. 22.00 til 06.00. Stórur dentur er lagdur á trygdina (HTU – Heilsu, Trygd, Umhvørvið). Skipað er fyri trygdarskeiði áðrenn arbeiðið fór ígongd, og tað er at fegnast um, at eingin skaði hevur verið.
Tann eina ljósinstallatiónin hjá Brandi Paturssyni, er ein ímynd av norðlýsinum.
Afturmeldingarnar frá fólki sum hava koyrt í báðum tunlunum, hava verið ógvuliga jaligar.