Fyrsta ókeypis-par skeiðið fer av bakkastokki 19. august, og áhugin hevur verið somikið stórur, at skeiðið er fult bókað. Samstarvið við Almannamálaráðið hevur gjørt tað møguligt, at øll skeiðini eru ókeypis.- Eg fegnist um at fyrsta skeiðið er fult. Hetta vísir, at tað er ein tørvur og áhugi í at seta fokus á parlívið, sigur Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, sum eisini vísur á, at hetta er ein góð íløga fyri alla familjuna.
Næsta skeiðið verður í Klaksvík týsdagin 24. august, og longu nú eru fleiri tilmeldingar komnar til tað skeiðið eisini. – Vit hava lagt skeiðir ymsar staðir í Føroyum, so vit kunnu koma so tætt upp á borgararnar sum gjørligt. Hetta merkir tó ikki, at ein bara kann tilmelda seg í sínum nærumhvørvi, tí fólk eru vælkomin at tilmelda seg í Runavík, hóast tey búgva í Klaksvík ella umvent. Seinni í ár verða skeið eisini hildin í Runavík, vesturi í Vágunum og í Suðuroy. Harafturat fara vit at hava eitt skeið afturat í Tórshavn. Um tørvur verður á fleiri skeiðum, so fara vit sjálvandi at gera alt fyri at klára tað eisini, sigur leiðarin fyri MEA.
Fyri at melda til skeiðini, kann ein fara inn á heimasíðuna hjá MEA (www.mea.fo), har yvirlit er yvir øll skeiðini sum verða í ár.