Home VinnutíðindiFiskivinna Havstovan skaðar okkara útflutning og inntøkur til fiskivinnuna og landi.

Havstovan skaðar okkara útflutning og inntøkur til fiskivinnuna og landi.

by OML

Hetta skrivar Eyðun Hansen ið granskar í fiskivinnu og í mong ár hevur silgt við trolara og roynt undir Føroyum.

Friðingar felagsskapir

Sea Sheppard og aðrir friðingar felagsskapir royna, at skaða Føroyar og okkara útflutning, so vit skulu missa pening, men tann friðingar felagsskapir, vit hava mist mest av er Havstovan.

Tá eg skrivi so fara fólk, at ivast í hví eg skrivi soleiðis, eg kann byrja við Føroya banka.

Eyðun Hansen

Økið, sum er stongt á Føroya Banka, er innanfyri 200 metra dýpdar linjuna. økið er 45 x 90 km ella umleið 4.000 ferkilometrar til víddar, gerð 2 túrar um árið har og um viðrar hevur hann 29 hál á hvørjum túri á somu 29 punktum, sum er so lítil partur av bankanum, at royndirnar ikki geva nógvar upplýsingar, um fiskastovnarnar á bankanum.

Á roktúrinum, sum Magnus Heinason gjørdi á bankanum vári 2020 sæst í sølu yvir litinum frá FMF at bert stórur toskur, eldri enn 5 – 6 ár var á bankanum, tað løgna var, at ongin smærri toskur, hevði veri á bankanum, árini frammanundan.

Hvar var tann stóri toskurin tey fyrstu 5 árini  ?

http://www.jn.fo/magnus+heinason+hevur+gjort+trolroyndir+a+foroya+banka_rmfj.html

Trýst á toskur á sølulistanum.

Miðal veiðan av toski var 2.000 tons á Føroya banka, áðrenn avmarkingar við fiskidøgum, sum endaði tað við, at stongja allan bankan.

Kanningar vísa, at Havtaska etur áleið 10.000 tons av fiski um árið, og hon  kemur inn á Føroyabanka um summari, nøkur 100 ella 1.000 tons av toski, verða etin har av havtasku, um nakrir fingu loyvi, at fiska við stór meskaðum havtasku gørnum sum summari, so hevði skøtan eisini verði fiska, tað hevði verði betri, fyri hinar fiska stovnarnar á Føroyabanka.

Tá er lætt at fáa politikarnar, at trúgva uppá ovurfisking, og fáa politikarnar, at seta fiskidagar á í 1996 og minka fiskidagarnir ár eftir ár,

 60 % av landgrunninum eru stongdir,  Á Føroya banka var einaferð tilmæli, at minka fiskidagarnar 50% so onki skip skal sleppa, har sum fiskurin er. SO ongin kann mótprógva stovnsmetingar hjá Havstovuni. So Havstovan kann geva fiskimonnum skyldina fyri, at oyða fiskastovnarnar.

https://logting.elektron.fo/logtingsmal/Logtingsmal06/VanligTingmal/002.06Vinnuligur-fiskiskapur.htm

Um kilo prísurin er 20 kr so kostar 1 tons 20.000 kr. So 2.000 tons geva 40 milliónir um árið,  nú hevur Føroyabanki veri friðaður  í 15 ár, og skip og manning hava mist minst 600 milliónir  í avreiðingar virði krónur, av friðingar felags skapinum Havstovuni.

http://hav.fo/PDF/Fiskalisti/Toskur_Foroyabanka.pdf

Og tað sama hendur á Føroya banka, við tí ovur vaksnu hýsuni, og øðrum  fiskasløgum

 Veiða sambært avreiðingarseðlar í Kg.. tíðarskeiðið 01-08-2021 til: 31-08-2021
Sjóøki: Føroyar

 Anru – KG0730 (XPSI)Tils.
   
Hýsa 133.35333.353
Hýsa 220.07120.071
Hýsa 34.9034.903
Hýsa 444
Tils.58.33158.331

http://www.jn.fo/news-anru+landar+i+midvagi+i+morgin.htm   23 07

https://fmf.fo/reports/stikka.php?AvrLinjaNr=2374346               01 09

Nú er bert Føroyabanki og toskur har er skriva um, so skal mista inntøkan av landgrunnurin ,og øll hini fiskasløgini, tá eru nógvar milliardir.

Tað sum hendi, tá natúran var við okkum, og ov lítið bleiv fiska., var at toska stovnurin bleiv ov

stórur, og bleiv vanliga føðin etin upp, síðani át toskurin krabbar, skeljadjór og krossfiskar, tá lítið og onki livandi var eftir á botni, komu fleiri 1.000 tons av slánum inn á firðirnir, nøkur 100 tons blivu fiska, men ongin veit hvussu nógv 1.000 tons doyði í hungri, ein kann rokna við, at teir toskarnir sum orkaði, at finna føði aðrastaðni eru farnir út av grunninum.

Skal tað henda fleiri ferð afturat áðrenn Havcstovan vaknar,

Miðal veiðan eftir toski á Føroya grunnunum  100 ár, var 25.000 tons.   áðrenn Havstovan

https://www.facebook.com/photo.php?fbid=1914593338627536&set=gm.2056315527793329&type=3&eid=ARDio1uxAtJ4mni0P0bhQF1Zs2jRDxEiMwp8tKouRzFGFx2YcTFQDi5UbQ2L0oHsF8_0oQ8DcmWpBu3I&ifg=1

Frá 2005 til 2020 var miðal veiðan av toski 9.700 tons. So við skerjingum inni á landgrunninum hava vit mist 15.000N tons um ári.

Tað eru ótrúliga stór tøl, sum Føroyar hava mist, men tað er veruleikin. Og her eru bert avreiðingar virðini á toskinum.

Havstovan gerð alt fyri at fjala síni mistøk, til dømis merkja teir nú bert tosk um heysti, sjálvt um teir vita toskurin, kemur inn á grunnarnir, at gýta um vári, um ein fuglafrøðingur merkti tjøldur í desember, høvdu fólk flent eftir honum.

Fyri skommina skyld, og feil stovnsmetingar í 50 ár, og landi hevur mist fleiri milliardir, torir Havstovan ikki, at rætta uppá sínar feilir, og koma víðari.

Ein lítil rætting til búskaparráði, sum heldur, at øll kunnu liva av almennari løn.

https://e24.no/naeringsliv/i/e87j9O/rapport-hver-fiskeri-krone-skaper-fem-ganger-saa-store-verdier

Natúran hevur nakað av ávirkan á fiskaríi, men tað onki ímóti friðingunum og heimaflotin er minkaður niður í eina helvt. Hvussu nógv reiðarí og manning og arbeiðspláss uppi á landi hava mist er ringt at siga, men tað eru milliardir hesi seinastu 25 árini.

Føroyar missa eisini nógvar milliónir av, at Havstovan ikki er før fyri, at gerða rættar stovns metingar, so fiskurin fær MSC góðkenning

                                                       Eyðun Hansen

                                                           Vestmanna

                                                           12 09 2021

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.