Nakað soleiðis havi eg uppliva Løgmann, hvørja ferð eg havi sæð hann í D&V, og í gjár var einki undantak. Hann blívur við at tosa um tað stóra álitið millum fólk og myndugleikan – sjálvt um tað er prógva fleiri ferð, at tað er meira so sum so við tí. Vit hava millum annað sæð tað, síðan tað bleiv steðga, at kanna fólk við innkomu til landi – bert um. 30% læta seg kanna,. Nei vit hava frammanundan verið so sera heldig – tíðanbetur. Tað kemur helst av trimum orðsøkum: lítlan almennan transport, Fólk liva ikki so tætt saman sum aðrastaðni og hava bert tveir innkomuvegir til Føroyar. Tí er tað ótrúligt at vit eru komin í hesa støðuna.
Men kunnu vit blíva við at stýra, bara við vón um held?
Var tað ikki Oscar Wilde, sum segði, “it is only idiots who build their lives on luck, the rest of us try to organize it ourselves”
Tølini lúgva so ikki!