Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Mennan av íbúðarmarknaðinum í Føroyum

Kelda:http://www.moelven.com/ImageBank/Linaakeren_Balkongside__rev._3D__februar_2015.jpg

Landspolitikkararnir mugu taka seg saman og ikki sita og senda býttar spurningar til egnu landsstýrisfólk. Komi ígongd. Bústaðir sigur seg ikki kunna byggja tí so nógv ferð er á búskapinum. Komi nú ígongd so vit fáa tey ungu at flyta heimaftur og tey i her búleikast fáa hóskandi karmar at liva í.

Sum eitt nýmótans og framkomið samfelag so er neyðugt við fleiri alternativum á íbúðarmarknaðinum í Føroyum. Tað er nógv tos og lítil handling aftanfyri, tað sum mangan er at hoyra um truplu íbúðarstøðuna hjá bæði ungum og gomlum.

Óli M. Lassen
siviløkonomur – býráðslimur

Endurprenta grein frá sept 2017

Skal íbúðarmarknaðurin broytast er neyðugt við nýhugsan og alternativum loysnum og broytan av lóggávuni á fleiri økjum. Er ynski at eldri borgarar skulu kunna flyta úr egnum sethúsum í minni íbúðir, so er neyðugt at byggja alternativt.

Tað er tað stóra politiska máttloysið ið er atvoldin til, at vit ikki fáa ein hóskandi og sunnan búðstaðarmarknað í Føroyum.

Bæði ung í Føroyum og tey í lesa uttanlands vildu havt nógv lættari við at búleikast her, um íbúðarmarknaðurin hevði hóskandi tilboð til hesi fólk. Ynskja vit fólkavøkstur og ein dynamiska íbúðarmarknað, so er neyðugt at koma í gongd.

Kelda:http://www.moelven.com/se/Produkter-och-tjanster/Byggmoduler/

Bæði privat og alment

Tað má gerast áhugavert hjá privatum at gera íløgur í íbúðarblokkar, samstundis skulu Kommunur, møguliga saman við privatum ella almennum íleggjarum kunna stovnseta feløg, ið eiga og reka stórar íbúðar eindir.

Tað eru fleiri íbúðarháttir og eigaraformar ella leiguformar í kunnu nýtast: partaeigarar íbúðir, almannagagnligar leigu íbúðir, íbúir í ein eigur sjálvir, og har “íbúðarfelagið” fær gjøld fyri íbúðina og ikki ein peningastovnur. Tað er nógvur kapitalur í Føroyum og tí skuldi verið møguligt hjá privatum at gjørt íløgur innan íbúðarbyggjan og rakstur av íbúðarblokkur.

Kelda:www.moelven.com

Lóggávu um íbúðareindir – MVG og rentustúðul.

Nýggj lóggáva má gerast,  soleiðis at tað skal bera til at fáa rentustuðul og mvg frítøku av hesum serligu íbúðarfeløgum, hetta fyri at leigarar skulu fáa eina hóskandi húsaleigu, og fyri at hetta eisini kann gerast eitt áhugavert íløguøkið hjá íleggjarum.

 Nógv ferð á búskapinum og stórur tørvur á betraðum íbúðarviðurskiftum

Tað eru nógvir samfelagsbólkar ið ynskja ein annarleiðis íbúðarmarknað og sjálvt um tað er nógv virksemið í samfelagnum og búskapinum sum heild, so er neyðugt at handla meðan tað er momentum í samfelagnum og búskapinum.

Tá arbeiðsloysið hóttir og búskaparlig stagnatión er, tá er ov seint at tosa um alternativar loysnir. Samfelagsliga fyriheldur tað seg júst øvugt av tí sum mangan verður ført fram, at tá lágkonjunkturur er, skal tað almenna v.m. økja íløgur og virksemið. Hetta er als ikki møguligt í ringum tíðum, tí valferðarmaskina skal koyra við lækkandi samfelagsinntøkum, tí hevur eitt samfelag sum tað føroyska ikki neyðugu styrkina til at føra tílíkan politikk.

Tað er nú meðan alt stendur í fagrasta blóma, at vit skulu seta ferð á alternativa íbúðarbygging til gleði fyri øll tey sum hava eitt ynski um at fáa eina íbúð sum tey megna at gjalda og eru glað fyri at búgva í.

Eru mangul uppá føroyska arbeiðsmegi so er bara at ringja til Póland eftir arbeiðsfólkið. Tað ber væl til at fáa eina ørgrynnu av útlendingum at byggja Glasir og til sveisiarbeiði á skipasmiðjum, tí er sera einfalt at innflyta arbeiðsmegi og eisini at innflyta sera flott modulir (ikki byngjur) til íbúðarblokkar. Tað tekur einans einar 6 mánaðir at fáa hesar eindir klárar til innflytan.

Tað er tað stóra politiska máttloysið ið er atvoldin til at vit ikki fáa ein hóskandi og sunnan búðstaðarmarknað. Her skal eisini vísast á at um landið eins og Týskland hevur gjørt nevniliga at leggja almenn arbeiðspláss kring landið so fær man eisini ein munandi betur íbúðarmarkna og ikki so nógv trýst á húsamarknaðin í høvuðsstaðin.

P.S. Um ein kommuna letur lendi, og ger t.d. útstykking, so kann hetta eisini verða teirra partur í felagnum.

Almannagagniligar íbúðdir

Felagsformur almannagagligt íbúðarfelag kalla  P/F AGF “Undir Varða”