Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Nýtt stýrið fyri Bústaðir

Nevndararbeiðið

24 juni 2022 skrivar Landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, at hann hevur valt at skifta stýrið í Bústøðum út.

Orsøkin sigst verða vantandi stev og arbeiðslag.

Í nýggja stýrinum sita Regin W. Dalsgaard, Petur Even Djurhuus, Jóhanna Lava Køtlum, Henny á Líknargøtu og Teitur Samuelsen. Allir í Tórshavnar Kommunu.

Á pappírinum sær hetta út til at verða ein valkvalifisera nevnd, og har landsstýrismaðurin hevur gjørt sær ómak við at seta ein nevnd við kendum fólkum innan vinnu og jura v.m. . Vónandi hava tey í hesi nevnd størri virðing fyri nevndararbeiði enn leiðsla og starvsfólk í einum stórum felag í kommunurnar eiga.

Tó undrar tað, at tað í Fólkafloksháborgini norðanfjørðs, ikki finnast fólk ið verða mett egna at verða í nevndini hjá Bústøðum. Hetta ber boð um, at “musikala støðið” í høvuðsstaðnum man verða so sum so. Tó er at vóna at nevndin brennir fyri at menna bústaðarmarknaðin.

Í Norðoyggjum er verulig fer á alternativum íbúðarbygging og komandi árin verða útvið 300 fleiri alternativar íbúðir í Norðoyggjum. Fleiri privatar verkætlanir eru í gongd og eisini saman við Bústøðum. Sum nevnt so eru fleiri á veg og vísur hetta, at vit eisini her eru i front.

Óli M. Lassen, stjóri

siviløkonomur