Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Als kann als ikki liggja í Tórshavn

Fyri nøkrum mánaðum síðani frættist at ALS metti tað var neyðugt at siga leigumál upp í Runavík tí tað var so kostnaðarmikið at hava deild har og var virksemið flutt til Havnar.

Hetta kann tykjast sera løgið nú alt meginøkið er samanbundið, og hetta ger, at fólk í til dømis fiskavirkisskipanini í Eysturoynni og Norðoyggjum fáa eina verri tænastu. Er ikki bíligari at leiga í Runavík enn í Tórshavn. Vit á 24.fo halda at um borgarligu flokkarnir ikki megna at flyta stovnar úr Tórshavn til eitt nú Eysturoynna har tað ikki eru nógvir almennir stovnar, so er tað eingin sum hevur vilja og evnir til at gera tað. Tað hevur áður verið tosa um at flyta stovnar kring landið, men gongur hetta striltið. Um sambandsflokkurin ikki megnar at flyta ein einasta almennan ella hálvalmennan stovn úr høvuðsstaðnum til Eysturoynna hvør skal so. Hetta er jú háborgin hjá flokkinum. Í Týsklandi hava tey við góðum úrslitið lagt almennar stovnar og ráð uttanfyri høvuðsstaðin.