Home Fólk & Samfelag Turið F. Arge verður nýggjur forstjóri í BankNordik

Turið F. Arge verður nýggjur forstjóri í BankNordik

by OML


Nevndin í BankNordik boðar í dag frá, at Turið F. Arge tekur við sum
nýggjur forstjóri eftir Árna Ellefsen, og at Heini Thomsen verður
nýggjur stjóri í samtakinum. Árni Ellefsen heldur fram sum forstjóri,
væntandi til eftir kunngerðina av ársroknskapinum fyri 2022.


Tá ið Árni Ellefsen í apríl segði seg úr starvi sum forstjóri í BankNordik, fór
nevndin undir eina tilgongd at seta nýggja stjórn. Í dag er bankin fegin um
at kunngera, at nýggja stjórnin í samtakinum frá 1. juli 2022 verður mannað
av Árna Ellefsen, forstjóra, Turið F. Arge, stjóra, og Heina Thomsen, stjóra.
Til tess at tryggja, at týðandi vitan verður varðveitt í samtakinum, og at
BankNordik framhaldandi kann rekast víðari á hollum grundarlagi, heldur
Árni Ellefsen fram sum forstjóri í eitt tíðarskeið, áðrenn Turið F. Arge tekur
við sum forstjóri.

Turið F. Arge hevur starvast í BankNordik síðan 2007 og hevur havt eina
røð av ymiskum leiðslustørvum. Hon er útbúgvin cand.merc.aud., hevur
eina Executive MBA og hevur seinastu árini røkt starvið sum rakstrarstjóri í
samtakinum. Síðan 2015 hevur Turið verið partur av samtaksleiðsluni og
ein drívmegi handan góðu gongdina hjá samtakinum.
Heini Thomsen er stautsaut. grannskoðari og hevur seinastu árini starvast
hjá grannskoðanarfyritøkuni Januar, haðani hann hevur hollar royndir við
grannskoðan at børsskrásettum fyritøkum og fíggjarfyritøkum. Harumframt
hevur Heini drúgvar leiðsluroyndir úr grannskoðanarvinnuni.
Bankin fer nú undir tilgongdina at fáa til vega neyðugu sonevndu fit and
proper-góðkenningarnar frá Fíggjareftirlitinum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.