Landdstýrið ætlar at taka persónligu eftirlønaruppsparingina hjá fakfelagslimum og koyra tað í Samhaldsfasta
Aksel V. Johannesen, segði í KVF í gjár, at ætlanin er at inngjaldið til Samhaldsfastað skal økjast upp í 7% av øllum lønum og samstundis skal persónliga eftirlønaruppsparingin minkast tilsvarandi.
Flestu fakfeløg hava í sáttmálasamráðingum tryggja sínum limum uml. 15% av lønini til persónliga eftirlønaruppsparing. Hetta hevur kostað í lønarposanum.
Nú ætlar landsstýrið at minka hesa uppsparing og ístaðin skatta hesar somu fakfelagslimir við eykaskatti til Samhaldsfasta.
Við øðrum orðum, at taka persónligur uppsparingina og koyra hana í Samhaldsfastað. Er tað ikki eitt rán?
Mín vón er, at landsstýrið sleppur hesum álopi á fakfeløg og teirra limir sum skjótast, og heldur tryggjar øllum føroyingum somu skipan, sum fakfeløg hava tryggja sínum limum.
Jørgen Niclasen, tingmaður