Almannaverkið sigur í miðlunum, at tað stendur um lív um námsfrøðingar ikki eru til arbeiðis. So skilji eg enn betur, at námsfrøðingarnir vilja hava hægri løn, betur arbeiðsumstøður og sama lønarlag sum sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingarnir eru eisini “bachelorar”.
Nú tað frá Almannaverkinum og landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum verður ført fram, at tað stendur um lív nú verkfall er á dagstovnaøkinum, á bústovnum og sosialpedagogiska økinum sum heild. Eg má siga, at tað kom óvart á meg, at námsfrøðingar arbeiða sum “sosial- og sunnheitsassistentar” ella sjúkrarøktarfrøðingar.
Skilji als ikki, at tað kann standa um lív, nú námsfrøðingar ikki eru til arbeiðis. So vítt eg veit, so skulu námsfrøðingar menna børn, menna og stuðla borgarum ið hava tørv á tí, og ikki veita tungar røktaruppgávur. Námsfrøðingar geva heldur ikki heilivág ella sproyta sjúk fólk fyri t.d. diabetes ella geva heilivág sum heild. Um hetta verður praktisera, er hetta uttanfyri teirra arbeiðsøkið og útbúgving.
Um tað er so átrokandi, at námsfrøðingar ansa krevjandi borgarum, og tað ikki er nokk av sosialpedagogum, so eru ráðini, at seta teir sosialpedagogar og námsfrøðingar ið arbeiða á bústovnum og arbeiða við tungum røktaruppgávum í tænastumannalíknandi størv, so er trupulleikin loystur.
Tænastumannalíknandi starvsetanir heldur enn at avlaga allan arbeiðsmarknaðin
Um tað er neyðugt, seti so fleiri sjúkrarøktarfrøðingar og heilsuhjálparar, og latið námsfrøðingarnar gera tað teir eiga og eru útbúnir til, nevniliga at menna børn og ung. Ikki er neyðugt, at gera víttfevnd inntriv á rættin hjá arbeiðarrørsluni, fyri at loysa uppgávuna, nevniliga at verða um teir veikastu borgarar í samfelagnum.