Home Ymiskt Makrelurin stóra ávirkan á vistskipanina

Makrelurin stóra ávirkan á vistskipanina

by OML

Hetta skrivaðu vit á Heimaflotin.com 18 sept. 2015. Fleiri norskir granskarar bera ótta fyri stóra makrelstovninun. Teir vísa á at hann ávirkar alla føðiketuna og neyðugt er at fiska nógv meira av makreli, vísa fleiri granskara á. Teir siga eisini, at stóri makrelstovnurin kann hava negativa ávirkan á sildastovnin.

makrelur-líraberg

Fiskimenn heimaflotin.com hevur tosa við eru á einum málið um at stóri makrelstovnurin við føroyar má hava ávirkan á liviumstøðurnar hjá øðrum fiskastovnum.

 

Havstovan ger stórt kanningararbeiði

Sum vit hava skilt tað, so ger Havstovan sera nógv við at kanna makrelin ið er við Føroyar og vísa teir eisini á at makrelur etur annað enn plankton. Men hava teir ikki funni samanháng millum niðurgong í botnfiskastovnunum við Føroyar og makrelstovnin við Føroyar. Heldur ikki duga teir at síggja at nøgdin av æti er á einum slíkum støði at hetta ávirkar botnfiskastovnarnar undir Føroyum.

Fiskimenn og norskir granskarar ikki somu áskoðan sum Havstovan.

Sum eg nevndi í byrjanini so eru tað nógvir fiskimenn eg havi tosa við, sum siga at makrelur er rovfiskur og er alt etandi. Absalon í Buð formaður í meginfelag útróðarmanna sigur, at tað skal verða løgið um makrelur ikki hevur tíðandi ávirkan á botnfiskastovnarnar og alt lív í sjónum. Hvussu samanhengurin er er tó ikki heilt einfalt at svara uppá. Óli Jacobsen skipari og nevndarlimur í Meginfelag Útróðarmanna sigur eisini, at tað er eingin ivi um at makrelurin hevur stóra ávirkan á botnfiskastovnarnir og eftirlýsir hann at Havsotvan gern nógv fleiri kanningar av makrelinum inni við land. Hetta fyri at fáa eina meiri rættvísandi mynd av hvat makrelurin veruliga etur og harvið hvørja ávirkan hetta hevur á botnfiskastovnarnar og vistfrøði skipanina sum heild.

Makrelur kemur í føroyskt økið tí tað er broytt viðurskiftir við Føroyar og sjálvandi hevur hetta stóra ávirkan á liviumstøðurnar í havinum. At billa sær inn at hettá er isolera ber slett ikki til sigur Óli Jacobsen at enda við 24.fo

Myndin av makrelið fullur av nebbasild er fingin við M/B LÍRABERG.

 

Skakandi at hoyra fiskifrøðingar siga at makrelur ikki etur toskayngul

Hetta sigur Meinhard Jacobsen M.Sc. Fiskivinnutøkni í grein í var send miðlunum. Víðari vísur hann á at tað er einki at ivast í at samanhangur er millum støðuna hjá botnfiska stovnunum og tí hjá uppisjóvarfiska stovnunum. Hetta hóðast Havstovan hevur verið og er enn ímóti at samanhangur er ímillum hesar stovnar. Havstovan heldur at náttúran er ímóti botnfiskastovnunum, “Well, Well” ein heldur spinkul niðurstøða frá okkara fremsta granskingarstaði innan fisk. Sigast skal til teirra verju at vistskipanin er sera komplex, men vónin er, at fyrr ella seinri skula teir nok eisini síggja samanhangin millum ymisku fiskastovnarnar.

 

 

Johannes Hamre Pensjonert havforsker sigur við Bergens Tidende 8 apríl 2015

“Makrellen er en effektiv planktoneter, men beiter også på yngel og annen fisk…..

Beiting på yngel truer rekrutteringen til andre fiskestammer i Nord-Europa”

Vit fiska ov lítið úr makrelstovninum sigur  JENS CHRISTIAN HOLST, granskari úr Noreg

“I mine øyne er underfiske langt mer alvorlig enn overfiske fordi konsekvensene blir mer gjennomgripende når man forvalter på en måte som fører til et topptungt økosystem enn om en eller flere arter overfiskes nær toppen.

En for kraftig beiting på Norskehavets planktonressurser har ifølge hypotesen gitt alvorlig sult med bestandsnedgang langt utover det akseptable innenfor et føre-var forvaltningsregime for bestander på alle
nivå i økosystemet.
> For dere som følger havet fra land er følgene for de plankton- og småfiskavhengige sjøfuglene det enkleste å se, de kollapser oppover kysten vår. Maten er kraftig redusert av for store pelagiske bestander,
akkurat nå spesielt makrell. Sigur JENS CHRISTIAN HOLST, FORSKER sum eisini sigur: La meg være ubeskjeden og kalle meg en av verdens fremste eksperter på NVG-sild med karriere tilbake til 1987

 

Makrell mesker seg med tobisyngel

– I fjor sa forskerne at de hadde ikke noe belegg for at makrellen spiser tobisyngel. Men vi fant både yngel og stor tobis i makrellen, forteller daglig leder i rederiet Vea som i forrige uke var å fisket tobis på Vestbanken – en av de  få områdene som er åpnet for fiske av tobis i norsk sone. Torhild Måkestad Martinussen

Komi út á firðirnar og fiski makrel

Kom dere ut i båt og fisk opp så mye makrell dere klarer i sommer, sier Leif Nøttestad ved Havforskningsinstituttet. …. En kraftig økning av makrellbestanden kan føre til sildemangel i fremtiden. Det forteller forsker Leif Nøttestad ved Havforskningsinstituttet.  Nrk.no

Makrelurin hevur somu jakt eginleikar sum eitt nú hvalur

Leif Nøttestad granskari á Havforskningsinstituttet sigur í grein í fiskaren við Jon Eirik Olsen, “at makrellen har et enormt utbredelsesområde” og við minni “tilgang på favorrittføden har nok makrellen skiftet til annen mat og til andre jagtmetoder” Víari vísur hann á at makrelurin er minni uppi í sjónum men jaktar nógv djúpari og hevur makrellurin uppført seg heilt annaleiðis enn vanligt. “Den nøler ikke et øyeblikk med å legge om, og demonstrere på den måten sin fantastiske fleksibilitet siger Leif Nøttestad bestandsansvarlig for makrell ved Havforskningsinstituttet við Fiskaran at makrelurin hevur sera góðar jakt eginleikar og kann hann skifta háttin at jakta uppá alt eftir hvat fyri føði hann kann fáa. Og kann hann i stimum eisini jakstra fyskayngul og høgguslokk.

 Spurningar til Havstovuna frá fiskaríøkonomi

makrelur-etursegfeitan-havst-22des2011Skakandi at hoyra fiskifrøðingar siga at makrelur ikki etur toskayngul. Kvf skrivar at Makrelurin hevur ikki skyldina av, at botnfiskastovnarnir eru illa fyri. Vit endurgeva her brot úr grein og fyrispurningar Meinhard Jacobsen, MSc í Fiskivinnutøkni setti Havstovuni. Har hann vísur á, at neyðugt er at játta pening til gransking uppisjóarstovnarnar (teir eru nógv teri størstu) bæði hvat viðvíkjur stødd, tilknýtið og ávirkan á vistfrøðið

Tí vil eg loyva mær, aftur at seta hesar spurningar til Havstovuna, vísandi til samrøðu Jan Arge Fiskifrøðingur hevði við Útvarp Føroya um makrel tann 9 februar 2012. Fiskivinnan og mynduleikarnir mugu fáa svar uppá hesar tíðandi spurningar.

Undirritaði metur, at tað er sera umráðandi at finna út av sambandinum- ávirkanini ímillum allar stovnarnar.

 

 Grein eftir Meinhard Jacobsen M.Sc. Fiskivinnutøkni.

“Hvem skal hænges når fisken forsvinder ?”

Eitt skilti við hesum orðum sá eg í Noreg fyri nógvum árum síðani. Sum kunnugt verður nógvur fiskur hongdur at turka í Lofoten um várið. Hesin fiskur er ein stór útflutningsvøra m.a. til Italia.

Hesi somu orð eru eisini aktuel í Føroyum, nú botnfiskurin hevur tað sera torført. Nú koma fleiri persónar fram og vilja staðfesta ábyrgdina fyri at støðan er sum hon er. Serliga er tað fiskidagaskipanin, ið fær skylduna, teir heilt frelstu kvotamissionerarnir tykjast halda, at um kvotur vóru í gildi, so hevði støðan verði heilt annaleiðis. Ja, teir síggja fyri sær altíð stórar og sterkar stovnar um bert ein kvotuskipan var í gildi.

Sum um, at støðan á Titanic hevði verði nógv betur um orkestrið spældi “For He is a Jolly Good Fellow” heldur enn “Nearer My God to Thee “

Støðan kann samanlíknast, tí í báðum førum hevur katastrofan rakt. Tó er ein stórur munur nevniliga at hjá Titanic var eingin møguleiki, men viðvíkjandi botnfiskastovnunum er ein góður møguleiki at gera nakað. Men loysnin liggur ikki í eini fiskidagaskipan ella kvotaskipan, faktiskt er tað undirordnað hvør skipan er galdandi tá ið katastrofan rakar.

Katastrofan fyri botnfiskin er minkingin í stovnunum, men samstundis hevur eyðnan rakt uppisjóvarfiskin har serliga makrel stovnurin er ovurstórur. Einki er at ivast í at samanhangur er millum støðuna hjá botnfiska stovnunum og tí hjá uppisjóvarfiska stovnunum. Hetta hóðast Havstovan hevur verið og er enn ímóti at samanhangur er ímillum hesar stovnar. Havstovan heldur at náttúran er ímóti botnfiskastovnunum, “Well, Well” ein heldur spinkul niðurstøða frá okkara fremsta granskingarstaði innan fisk. Sigast skal til teirra verju at vistskipanin er sera komplex, men vónin er, at fyrr ella seinri skula teir nok eisini síggja samanhangin millum ymisku fiskastovnarnar.

Kann verða, at tá er ov seint fyri uppruna fiskimennirnar á Føroyagrunnunum. Hesir fiskimenn verða týndir í stórum tali vegna manglandi møguleikar at fiska. Møguleikar sum liggja í uppisjóvarfiski, ið høvdu kunna bjarga teimum, men Fiskimálaráðið sigur, at lógin ikki loyvir at hjálpa teimun at tillaga seg og tí má týningin halda fram.

Kritisku røddirnar at fiskidagaskipanini vísa eisini á at fyrst í nítiárunum førdi fiskiskapurin eftir botnfiski við Føroyar við sær, at stovnarnir nærum hvurvu. Tað er rætt at stovnarnir vóru sera smáir og at fiskiskapurin sera slakur. Við táverandi vitan og møguleikum so var ikki nógv í at velja hjá umleið 7.000 føroyingun uttan at stinga í sekkin og leita sær eydnuna í øðrum londum. Eftirfylgjandi kan ikki latast verða við at hugsa:

Var hetta nú neyðugt ?

Vóru aðrir møðuleikar ið ikki vóru royndir ?

Hvussu var við uppisjóvarstovnunum undir Føroyum ?

Havstovan hevur nógv áhugavert tilfar, hetta tilfar, bæði yvirlitstrolingar hjá Magnus Heinason og Kúpuskeljakanningarnar, benda á at nógvur makrelur var í Føroyskum sjógvi í hesum sama tíðarskeiði fyrst í nítiárunum. Møguliga kundi kreppan verði munandi minni um stórri áræði var víst, at fiska uppisjóvarfisk við Føroyar.

Um ár 2008 tá ið botnfiskurin undir Føroyum aftur fór at geva frá sær í stríð við tágaldandi vitan “nógv æti = nógvur fiskur” vóru nakrir menn, ið fóru at ivast í um ikki ein størri samanhangur var ímillum uppisjóvarfisk “Makrel” og botnfisk. Hesir menn, ið kundu teljast á einari hond, fóru undir eitt miðvíst arbeiði at skaffa tilfar til vega um at ástøði var rætt. Eitt stórt arbeiði var lagt í at greina samanhangin millum stovnarnar og at klárleggja at føroyingar áttu væl størri part av uppisjóvartilfeinginum.

Leggjast skal til merkis, at serkunnleikin, Havstovan og Uppisjóvarflotin, ikki var við í arbeiðinum, tí serkunnleikin tyktist ikki vita, ella vildi ikki vita, at stór nøgd av uppisjóvarfiski var undir Føroyum. Í øllum førum vildu teir ikki viðurkenna hetta alment. Leitast kann í miðlunum fyri at finna hetta fram, um minnini svíkja.

Hesir fáu menn pressaðu sera hart á fyri at fáa Løgting, Landstyri og Fiskimálaráð at siga upp uppisjóvaravtaluna og at krevja fleiri rættindi. Hetta eyðnaðist tíbetur hóðast sera harða mótstøðu frá nógvum bæði væntaðum og óvæntaðum síðum. Ásannast má at harðastu mótstøðumennirnir bæði í og uttanfyri Føroyar nú sita á nærum øllum rættindunum.

Hugsi um hvat ið hevði hent um arbeiði at krevja størri rættindi ikki var gjørt ?

Kann hugsast at talið av fólkum, ið høvdu verði noydd at flyta úr Føroyum, vegna kreppu, hevði verið enn størri enn fyrst í nítiárunum ?

Havstovan eftirlýsir nú eina ætlan fyri uppbygging av botnfiskastovnunum undir Føroyum.

Vil tilmæla, at Havstovan tekur atlit til fleiri viðurskifti enn higartil. Tí so leingi sum Havstovan ikki tekur høvuðsfaktorarnar við, ið ávirka botnfiskastovnarnar, er einki ið talar fyri at ein uppbyggingarætlan fer at eyðnast.

Um Havstovan hevði lagt út við at sagt at mest sannlíkt er samanhangur er millum botn- og uppisjóvarfiskastovnarnar undir Føroyum og at hesir mugu regulerast saman, so hevði tað verið náttúrligt at fiskimenn ikki fiskaðu nógvan botnfisk, tá ið nógvur uppisjóvarfiskur var og umvent.

Botnfiskaflotin skuldi tí verði kompenseraður við loyvi at fiska uppisjóvarfisk ímóti forboði fyri at fiska botnfisk og umvent. Í stuttum ein góð umsiting af bæði fiskastovnum og fiskivinnu samstundis sum hetta fylgir lógini og andanum í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Meinhard Jacobsen M.Sc. Fiskivinnutøkni.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.