Hetta siga skiparar og reiðarar á frystilýnuskipum. Vit hava gjørt íløgur fyri hundraðtals milliónir krónur og hava als ikki nøktandi fiskirættindir. Júst nú verða útluta nýggj uppisjóðarrættindi sum fyri okkum er púra óskiljandi. Meðan hotellir í høvuðsstaðnum og festivalar fáa korona hjálp, verður ikki hugsa um, hvussu flotin kann fáa hóskandi karmar at virka undir. Landsins myndugleikar mugu fara ígongd við umbýtið av uppisjóðarrættindum fyri at skapa okkum betri fiskimøguleikar. Útlutanin av uppisjóðarrættindum má steðga nú, hetta gevur ikki meining. Hetta siga Eyðstein Sørensen skipari og reiðari, John Kári Jacobsen, skipar og Óli M. Lassen reiðari.
Álitið er Flemish Kap
Tað var við bjartskygni, at menn fóru undir at endurnýggja línuflotan við meira nútímans fristilínuskipum. Hetta var gjørt tí man visti, at Flemish Kap skuldi verða høvuðsgrundarlagið undir íløguni, nú sera nógvur fiskur aftur var á Flemish Kap. Stokkut var gleðin og tað undrar okkum almikið at hópin av útlendskum trolarum fiskaðu kongafisk á toskaleið í 2020 meðan vit ikki troyttu hesi fiskimið. Royndarfiskiskapurin hevur víst, at har er so nógvur toskur at kannibalisma er á Flemish Kap. Stóru toskarnir vóru fullur av smáfiski (smærri toskar o.ø. fiski). Vit eiga at áseta okkum kvotu á Flemish Kap, fyri veruliga at prógva góðu støðuna á Flemish Kap. Tá spaniólar og portugisar kunnu liggja og trola kring bankan við einum stórum flota, so má eisini vera loyvt og bera til hjá okkum at fiska har.
Fleiri opin sjóøkið undir Íslandi og hægri kvotu
Ísland hevur tey seinastu mongu árini gjørt tað alt truplari hjá føroyskum skipum at fiska har, orsaka av stongdum leiðum v.m. Eins og íslendsk skip kunnu fiska á somu fiskimiðum sum okkara egnu uppisjóðarskip undir Føroyum, eiga vit eisini at kunna fiska á somu fiskimiðum sum íslendsk línuskip undir Íslandi.
Royndarfiskiskapur og kvotur við Grønland
Tað er gott at, vit nú við frystilínuskipum veruliga kunnu royna á fjarskotnum leiðum og fiska við Grønland. Vit hava verið til royndarfiskiskap sum hevur hepnast misjavnt. Men skulu føroysk línuskip royndarfiska við Grønland, so má hetta eisini samantvinnast við fiskimøguleikar á góðum fiskimiðum. Í dag fáa Grønlendsk skip rúma atgongd til at fiska uppisjóðarfisk, í føroyskum sjógvi. Tað er eingin ivi um, at tað eru ótroyttir møguleikar við at samarbeiða enn meira við grønlendingar.
Føroya Banki má lata upp fyri vinnuligum fiskiskapi
Føroyski línuflotin má aftur fáa atgongd til bankan. Har er nógv hýsa og má fiskivinnan verða við til, at endurreisa vistfrøðiskipanina á Føroya Bank. Hendan oyðimarkagongd má steðga. Sum Eyðun Hansen skipari hevur víst á, so missur vinna, land og fólk 100 talls milliónir av, at bankin hevur verið stongdur nú í nógv ár.
Nýggi reiðaríðir inn í fiskivinnuna, hvat er meiningin ?
Tað kennist undarligt at nýggir aktørar skulu inn í uppisjóðarvinnuna, tá man einsval kundi nýtt part av ovurhonds nýggja tilfeinginum undir Føroyum til at skaffa okkum betur fiskirættindi víða hvar. Flestu okkara hava verið her síðani kreppuna í 1993 tá vit vóru við, at seta ferð aftur á samfelagið. Í dag er fiskiskapurin undir Føroyum eftir botnfiski vánaligur, tí er átrokandi at vit fáa nýggj fiskimið at troyta, heldur enn at geva nýggjum reiðarum gullrandaða veiðumøguleikar. At geva tveimum nýggjum smápartafeløgum góð 33.000 tons av uppisjóðarkvotu og hartil kvotu uppá 12.000 tons frá 2020, er sera løgið. Vit hava áhaldandi víst á, at man politiskt má fara og skaffa okkum betur rættindi, hvar er rættarkenslan ?.
Áheitan á alla politisku skipanina 10.000 tons av botnfiski til Línuflotan nú
Í 2008 herjaði ein fíggjarkreppa sum rakti fiskiflotan meint og har var eingin hjálp í eygsjón. Vit kenna øll avleiðingarnar av hesum. Í dag hava íslendsk, norsk, grønlendsk og russisk skip góða atgongd til føroysk havøkið. Hetta eigur at geva møguleikar til, at vit fáa betri fiskirættindir í fremmandum sjógvi. Neyðugt er beinanvegin at steðga útlutanini av uppisjóðarrættindum í eyst og vest.
Vit tosa um, at hvørt línuskip skal hava munandi fleiri rættindi. Nú Flemish Kap sveik, er neyðugt, at vit saman finna eina loysn, so tey frambrot í eru skapt við betran av línuflotanum ikki skulu fara fyri bakka. Og tann ósvaraði spurningurin er, hví tora vit ikki at áseta okkum egna kvotu á Flemish Kap, tá vit uttan himpr einvegis kunnu áseta okkum eina metstóra makrelkvotu uppá 167.000 tons undir Føroyum. Tað ber ikki til at blíva við at utluta nýggj rættindi til Per og Pól tá reiðaríður í hava virka her í útvið 30 ár eru skorin í døgum og mist stór havøkir at royna á. Nýggju uppisjóðarrættindi mugu nýtast at fáa okkum betri rættindi.
Neyðugt er, at vit fáa eini 4.000 tons av toski og 6.000 tons av hýsu. Hetta gevur minst 270 milliónir í umsetningi. Hetta gevur beinleiðis einar 150 mió. kr í hýrum og lønargjaldingum í Føroyum og hartil hópin av avleiddum virksemið. Og er hetta eisini við til at reiðaríini verða betur før fyri, at halda sínar skyldur til fíggingarkeldur og hartil støðuga og góða føroyska manning.
Føroyar sum land hava allar møguleikar at finna loysnir, so reiðaríðir ið fiska við línu kunnu fáa munandi betur møguleikar at virka á jøvnum føti við restina av feløgum í fiskivinnuni.