Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í teknisku nevnd, Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Siri Stenberg, landsstýriskvinna
Jógvan Skorheim, borgarstjóri setur fyrsta el-bilin til løðistøðina.
Í morgun var Føroya fyrsta almenna løðistøð til el-bilar tikin í nýtslu. Løðistøðin stendur mitt í Klaksvík.
Siri Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum var ímillum tey mongu, sum vóru til hátíðarløtuna á parkeringsøkinum á Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík, tá ið Føroya fyrsta løðistøð til el-bilar varð tikin í nýtslu í morgun.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV handaði Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu lykilin til løðistøðina, og so vórðu fyrstu bilarnir settir til løðing. Eftir hetta var ábit í býráðshøllini, har borgarstjórin, landsstýriskvinnan og stjórin í SEV bóru fram røður.
Harafturat handaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri landsstýriskvinnuni og stjóranum í SEV heiðurstekin Nólsoyar Pálls vegna felagið handan endurrreisingina av søguni um Nólsoyar Páll. Heiðursteknini vórðu latin fyri tann slóðbrótandi hugburðin, sum liggur aftanfyri løðistøðina, og málið um, at Føroyska el-veitingin í framtíðini bert skal koma frá varandi orkukeldum.
Niðanfyri endurgeva vit røðuna, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt til hátíðarløtuna í morgun.
******
Góðan morgun øll somul!
Tað er stór orsøk hjá okkum at fegnast, nú Føroya fyrsta almenna løðistøð til EL-bilar verður tikin í nýtslu í Klaksvík.
Hon ger tað ómakaleyst hjá teimum, sum eru so framkomin, at tey eiga EL-bil at løða hann upp í almenna rúminum.
Og so ber hon boð um eina grønari framtíð í Klaksvík og í øllum Føroyum.
Ein framtíð, har vit minka CO2-útlátið so nógv sum yvirhøvur gjørligt.
Tað er ikki so langt síðani vit fingu gleðiligu tíðindini um, at SEV hevði vunnið virðisløn norðurlandaráðsins fyri slóðbrótandi arbeiði, við at brúka varandi orkukeldur til føroysku EL-veitingina.
Og í dag taka vit enn eitt fet inn í grønu framtíðina við at taka nýggju løðistøðina í nýtslu, og eg komi ikki at hugsa um nakað betri stað at byrja, enn júst her í Klaksvík.
Sum býráð leggja vit hvørt ár oyra til ómetaliga nógv góð hugskot, og í hvørjum einstøkum føri royna vit so at útvega karmarnar, til at føra tey út í lívið.
Hendan løðistøðin er eitt av hesum góðu hugskotunum, og hon er eitt satt frambrot í Føroyum, tá ið tað kemur til grøna orku.
Hon kann gera tað lættari hjá bilkeyparum at velja EL-bilar frammum olju- og bensinriknar bilar, og so passar hon væl inn í grøna politikkin, sum vit hava ført í býráðnum seinastu árini.
Eg kann eitt nú nevna, at Norðoya Bú- og Heimatænasta eigur ein EL-bil, og at vit í býráðnum hava keypt ein til Klaksvíkar kommunu eisini.
Og gongur sum ætlað, so fara vit at leggja fleiri EL-bilar afturat akførunum hjá Klaksvíkar kommunu.
Vit eru eisini so smátt farin undir at skifta gomlu kommunalu gøtuljósini út við LED-perur, sum brúka minni streym og harvið eisini eru bíligari.
Eitt nú í Árnafirði, har vit hava raðfest at skifta øll gøtuljósini í allari bygdini til LED.
Og skjótt fara vit undir eitt heilt nýtt kapittul, tá ið sjóhitaskipanin verður tikin í nýtslu.
Hendan skipanin er eisini eitt stórt fet fram ímóti grønu framtíðini, tí við henni kunnu vit hita allar stóru kommunalu stovnarnar í Klaksvík við sjógvi.
Og er tað nakað, sum vit í Føroyum eiga ovmikið av, so er tað netup sjógvi.
Sjógvur, sum hvørki kostar ella dálkar.
Sjógvur, sum nú verður vekslaður um til hita, og sum fer at spara okkum fleiri milliónir litrar av olju um árið.
Um vit eisini hugsa nøkur ár fram í tíðina, so haldi eg, at málið eigur at vera, at allir bygningar í Klaksvík privatir, kommunalir og almennir, skulu hitast við varandi orkukeldum, soleiðis at vit kunnu hava eina grøna kommuna burturav.
Sum sagt eru vit longu væl ávegis, men vit skulu sjálvandi halda áfram, tí sum samfelag mennast vit best, um vit allatíðina stremba eftir at gerast uppaftur betri.
Vit hava nógvar bóltar í luftini í løtuni í Klaksvík, og vit ganga á odda innan nógv ymisk ting.
Okkara sjóhitaskipan er hin størsta av sínum slag í Føroyum, og vit fara sum fyrsta kommuna at hita flest allar okkara stóru bygningar við sjógvi.
Skipanin er somikið stór, at har eisini er møguleiki fyri at knýta stovnar hjá landinum uppí, og nú landsstýriskvinnan í orkumálum er her í dag, vil eg nýta høvið at bjóða skipanina fram til landið eisini at nýta.
Og nú hava vit í Klaksvík so eisini Føroya fyrstu løðistøð.
Tað er sanniliga stuttligt, at vit ferð eftir ferð kunnu ganga undan. Og tað ætla vit okkum sjálvandi at halda fram við.
Eg vil at enda nýta høvið at takka SEV, landsstýriskvinnuni í orkumálum, og tykkum, sum eru komin til hesa hátíðarløtuna.
Eg veit eisini, næmingar frá Tekniska skúla eru her í dag og eg vóni at hendan løtan og verkætlanin kann vera tykkum til íblástur í tykkara komandi skúlatíð og virki eftir lokna útbúgving.
Takk fyri.
Kelda:Klaksvik.fo 15-12-2015