Seinastu viku vóru umboð frá Jarðfeingi saman við Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum á árligu Prospex søluráðstevnuni í London. Hóast nógv veitara- og oljufeløg í løtuni eru í tungum róðri, var luttøkan á Prospex góð.
Eins og undanfarin ár hevði Jarðfeingi ein bás. Á básinum vóru upplýsingar um komandi útbjóðingarumfarið í 2017 og annað áhugavert tilfar um føroyska landgrunnin.
Umframt at básurin var væl vitjaður av oljufeløgum, vóru eisini fleiri veitarafeløg framvið, og tosað verður í løtuni við fleiri av hesum, um hvussu vit kunnu menna økið á besta hátt. Fyri at Føroyar skulu gerast so klárar sum møguligt til fjórða umfarið, hava vit tørv á betri seismiskum dátum, og tað er har, nógv orka í løtuni verður løgd.
Bæði Norra og Írland hava júst havt nýggj útbjóðingarumfør. Norska umfarið lat aftur í desember og 26 oljufeløg søktu. Áhugin var rættliga stórur í suðureysturpartinum av Barentshavinum, sum var partur av útbjóðingarumfarinum fyri fyrstu ferð. Írska útbjóðingarumfarið lat aftur í septembur, og tey fingu ikki færri enn 43 umsóknir inn, harav eitt sindur av áhuga var fyri Rockall-rennuni, sum er mest at líkna við okkara øki. Umsóknartalið er nærum ein trífalding frá seinasta umfari, sum var í 2011, tá 15 umsóknir komu inn. Í báðum førum er hetta tekin um, at lági oljuprísurin ikki fær feløg at steðga við leiting.
Umframt olju- og veitarafeløg høvdu Føroyar eisini vitjan av føroyska sendiharranum í London, Áka Johansen og hansara starvslesandi, Samuel í Geil Bjørnshauge.
Frá vinstru: Óluva R. Eidesgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, Malan Ellefsen, ráðgevi í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, Jana Ólavsdóttir, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, Áki Johansen, sendiharri í London og Samuel í Geil Bjørnshauge, starvslesandi á sendistovuni í London.
Kelda & mynd: jf.fo – Jarðfeingið