Norðurlendsk frágreiðing um umsorgan fyri teimum eldru
Fyri góðum mánaði síðan gav Nordens velfærdscenter út eina samanberandi frágreiðing um umsorgan fyri teim eldru í Norðurlondum. Frágreiðingin gevur eitt yvirlit yvir hvussu umsorganin av teim eldru í Norðurlondum er sett saman, eitt nú tá talan er um ábyrgdarbýti millum land og kommunur, hvussu økini verða fíggjað og hvussu kvaliteturin verður tryggjaður.
Frágreiðingin kann vera eitt hent amboð í mun til tær demografisku broytingarnar í dagsins samfelag. Eitt nú kemur frágreiðingin fram til,
- at vit í Føroyum brúka 2,7 % av okkara BNP til eldraøkið, sum er tað hægsta innan Norðurlond,
- at brúkaragjøldini eru lægri í Norðurlondum í mun til onnur lond,
- at fleiri privat feløg veita tænastur innan eldrarøkt sum liður í at gera tænastuna munadyggari á økinum.
Frágreiðingin er ein liður í eini verkætlan hjá Nordens Velfærdscenter, sum byrjaði í 2013 um “Kvalitet i ældreomsorgen” har umboð fyri tey 8 londini í Norðurlondum hava luttikið. Londini eru: Danmark, Grønland, Ísland, Noreg, Svøríki, Áland, Finland og Føroyar. Hetta er onnur frágreiðing sum er komin út í sambandi við hesa verkætlan. Í mai 2015 útkom frágreiðingin “Når fortiden er længere end fremtiden” um tær ymisku góðskuskipanirnar, sum verða brúktar í Norðurlondum.
Frágreiðingarnar fáast teldutøkar her:
Når fortiden er længere end fremtiden
Og kunnu eisini bíleggjast ókeypis á hesum leinkjum:
- http://www.nordicwelfare.org/Publications/Aldreomsorg-i-Norden/ og
- http://www.nordicwelfare.org/Publications/Nar-fortiden-er-langere-end-fremtiden/