Leygarkvøldið kunngjørdi stjórin í Varðanum Pelagic at komandi ár fer Varðin Pelagic at byggja Surimivirkið á Tvøroyri fyri uml 70 mill kr.
Hetta kemur at hava við sær eitt støðugari virksemið á Varðanum Pelagic og koma eftir ætlan útvið 70 fólk at arbeiða á nýggja virkinum.
Eftir ætlanunum verður virkið klárt í endanum av 2016.
Virkið verður á økinum har LMT (Landingarmiðstøð) er í dag, beint eystanfyri uppisjóvarvirkið.
Við hesum vil Varðin Pelagic byrja at víðarivirkað svartkjaftin, sum teir taka ímóti.
Kelda:vardinpelagic.com