Aftur í ár kom Jólaskipið til Klaksvíkar við nógvum jólamonnum umborð, og í hesum sambandi var ársins rósa eisini heiðrað.
Jólaskipið við fullari jólamanning kom væl og virðiliga til Klaksvíkar hóast nógvan vind og regn fríggjakvøldið. Heilt nógv fólk vóru komin út í Klaksvíksgarðin, so teir fingu eina stórsligna móttøku, har Hornorkestri setti dám á løtuna, har ársins Rósa eisini varð kosin og heiðrað.
Í ár fekk Katrin Jacobsen heitið sum ársins rósa. Katrin hevur seinastu mongu árini verið forkvinna í Klaksvíkar fimleikafelag, har hon hevur gjørt eitt megnar sjálvboðið arbeiði og verið við til at lyfta fimleikafelagið upp á eitt hægri støði.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri handaði Katrini gávuna og virðisbrævið, og niðanfyri endurgeva vit røðuna, sum hann helt í Klaksvíksgarðinum hetta kvøldið.
“Gott kvøld øll somul!
Fyrst og fremst vil eg bjóða øllum jólamonnunum vælkomnum til Klaksvíkar.
Nú Jólaskipið hevur lagt at, eru vit næstan klár at halda jól. Men vit mangla enn ein týdningarmiklan part – nevniliga at kjósa og heiðra ársins rósu.
Ársins rósa verður hvørt ár latin borgara, sum ger eitt stórt arbeiði fyri samfelagið uttan fíggjarligan vinning, og aftur í ár vóru nógv góð fólk í uppskoti til heiðurin.
So vit kunnu altso aftur í ár staðfesta, at vit eiga ómetaliga nógvar borgarar, sum við áhuga og arbeiðssemi ríka okkara samfelag og skapa trivnað.
Tað virðið, sum alt hetta sjálvbodna arbeiðið skapar, kann slett ikki gerast upp í krónum og oyrum.
Tímarnir, sum verða brúktir eftir vanligu arbeiðstíðina, kunnu heldur ikki gerast upp í kvarta, hálva ella fulla tíð.
Tann innsatsurin, sum sjálvbodnar eldsálir leggja fyri hvønn dag í øllum møguligum frítíðar- og áhugafeløgum, verður gjørdur upp í persónligari og sosialari virðisskapan.
Ársins rósa er ein sonn eldsál, sum hevur gingið á odda í einum lokalum felagsskapi.
Hon er ágrýtin,
hon er virkisfús
og hon er framtakshugað.
Hetta hevur seinastu mongu árini gjørt hana til ein trúfastan og høgt virdan leiðara.
Hon verður lýst sum eitt rættvíst menniskja, sum torir at taka kampin upp og standa við tað, sum hon heldur er rætt.
Felagið, har hon seinastu mongu árini hevur verið forkvinna, hevur ment seg nógv seinastu árini.
Hon var sjálv íðkari á ungum árum. Men felagið datt niðurfyri, og virksemið lá stilt í næstan 20 ár, áðrenn hon í 1998 var við til at endurstovna tað.
Fyri tveimum árum síðani hendi eisini ein stór menning, við tað at hon og restin av felagnum valdu at seta ein lærdan útlendskan venjara til teir umleið 300 íðkandi limirnar.
Ársins rósa hevur í hesum sambandi eisini prógvað sítt stóra, blíða og fyrikomandi virði við at integrera hendan venjaran í føroyska samfelagið.
Hetta hevur hon gjørt so væl, at venjarin er blivin gerandisgestur í heimi hennara, og mær er fortalt, at hann enntá kallar hana “mamma”. Hetta sigur nærum alt um persónin, sum í kvøld verður heiðrað sum ársins rósa.
Heiðurin tilkemur bæði ársins rósu sjálvari, men eisini manni og synum hennara, sum øll árini hava verið trúfastir stuðlar aftanfyri tað stóra arbeiðið, hon hevur avrikað.
Hon hevur fyri stuttum sagt sessin sum forkvinna í Klaksvíkar fimleikafelag frá sær, og hetta er tí eisini heilt rætta stundin at takka henni fyri tað risastóra arbeiðið, hon hevur gjørt føll hesi 17 árini, síðani felagið varð endurstovnað.
Ársins rósa 2015 eitur Katrin Jacobsen!”
Kelda:20-12-2015 Klaksvik.fo – mynd: Norðlýsið