Nú russisku jólini 6. januar eru í hondum, hava Faroe Agency og russiska konsulátið í Føroyum, eins og undanfarin ár, latið jólapakkar umborð á útlendsk skip, ið koma í føroyska havn.
Komandi dagarnar koma fleiri skip í havn, so gott hevði verið, um onnur høvdu hug at lata sjófólkinum pakkar, sigur Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum.
Pakkar kunnu latast á skrivstovuni hjá Faroe Agency, Úti við Strond 4. Eisini ber til at seta seg í samband við konsulin á 231990 ella Faroe Agency á 351990.
Faroe Agency og russiska konsulátið ynskja samstundis at takka øllum teimum, ið hava latið pakkar, og ynskir øllum eitt gott nýttár.