Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum fegnast um, at tað hevur eydnast samgonguni at lætta fíggjarliga um hjá fólkapensjonistunum, soleiðis, at teir hava meira at liva fyri í 2016.
Nú tað er fráboðað, at útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkar 900 krónur um mánaðin fyri 2016, kunnu vit staðfesta, at fólkapensjonistar fara at fáa útgoldið 3.910 kr um mánaðin ella 46.920 krónur um árið úr Samhaldsfasta. Harvið er útgjaldið økt úr 3.010 krónum um mánaðin til 3.910 krónur.
Hesar broytingar, saman við broytingunum í grundarupphædd og viðbótini, merkja fyri einstaka fólkapensjonistin, at tey, ið bert hava fólkapensión og samhaldsfasta at liva av, koma at hava ávikavist 1046 krónur og 1205 krónur meira at liva fyri, um árið, eftir umleggingina.
Taka vit skattalættan, broytingina í kringvarpsgjaldinum og heilsutrygdargjaldinum við í roknistykki, so hava hjún og støk áleið 4.700 krónur meira at liva fyri í 2016.
Varðveita grundarupphæddina
Hóast samgongan, við omanfyrinevndu broytingum, hevur umlagt ein part av grundarupphæddini, so merkir hetta ikki, at grundarupphæddin verður avtikin. Grundarupphæddin er ein rættur, ið øll hava og hesin rættur eigur ikki at broytast.
Avbjóðingin, í samband við eina komandi pensjónsnýskipan, er at finna ein leist fyri, hvussu vit best tryggja grundarupphæddina í framtíðini. Allir flokkar eru samdur um, at neyðugt verður at tálma útreiðsluvøkstrinum á pensjónsøkinum í framtíðini. Semja er tó ikki enn um mátan. Nakrir flokkar vilja, at mótroknast skal ikki bara í viðbótini, men eisini grundarupphæddini!
Í mínum hugaheimi er grundarupphæddin ikki trygg, og ikki ein rættur hjá øllum, um hon verður mótrokna og sostatt kann fella heilt burtur, hjá nøkrum pensjonistum. Tá kann man ikki siga at vit hava eina grundarupphædd, soleiðis sum vit kenna hana í dag. Trýsti á fíggjarlógina er stórt, og kemur neyvan at minka komandi árini, tí er vandin fyri mótrokning ein veruleiki.
Tí er neyðugt, at finna eina breiða semju um, hvussu grundarupphæddin skal vera í framtíðini.
Vónandi eydnast at finna eina breiða semju um grundarupphæddina og eina framtíðar pensjónsskipan, ið kann kjølfestast í eini komandi stjórnarskipan, sigur Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna í almannamálum.