Í kvøld 26. okt kl. 19.00, verður fyrsta íverksetarakaféin, sum Nýskapanarhúsið Hugskotið skipar fyri í Posthúskjallaranum. Óluva Zachariasen fer at hava samrøðu við Kirstin Hammer frá feløgunum Gómagott og Torkil Jonsson frá Veita.fo.
Tey fara at svara uppá spurningar, ið geva áhoyrarunum eina fatan av, hvussu ein kemur “frá hugskoti til veruleika”. Eisini verður dentur lagdur á, hvat Hugskotið bjóðar.
Hugskotið bjóðar kaffi, te og okkurt gott frá Gómagott. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Jónhild Rasmussen, umsitari.
Kelda:torshavn.fo