Home Fólk & Samfelag Nýskipan av fiskivinnuni

Nýskipan av fiskivinnuni

by OML

Til tess at fremja eina nýskipan av fiskivinnuni í verki hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, sett ein arbeiðsbólk við fakligum førleikum og vinnuligum royndum, ið skal gera tilmæli til politisku skipanina. Tilmælið verður gjørt við støði í tí arbeiðssetningi, ið landsstýrismaðurin handaði arbeiðsbólkinum hósdagin 21. januar 2016.

Bólkurin er mannaður við hesum fólkum:

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, formaður

Hans Ellefsen, PhD búskaparfrøðingur, næstformaður

Árni M. Dam, skipari, nevndarlimur

Eydna í Homrum, PhD lívfrøðingur, nevndarlimur

Herálvur Joensen, løgfrøðingur, nevndarlimur

Kristina Samuelsen, løgfrøðingur, nevndarlimur

Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, nevndarlimur

Unn Laksá, PhD stjórnmálafrøðingur, nevndarlimur

Malan Johansen, búskaparfrøðingur, nevndarlimur
Afturat arbeiðsbólkinum er sett eitt skrivaratoymi (sekretariat) við hesum fólkum:

Herit V. Albinus, búskaparfrøðingur

Jens Helgi Toftum, fiskivinnufrøðingur

Rúna F. Guttesen, løgfrøðingur

Arbeiðssetningurin “Ein nýggj og varandi fiskivinnuskipan fyri Føroyar” kann lesast her.

Ella á 24.fo niðanfyri. Hetta er frá fisk.fo redigera av 24.fo 

 

Ein nýggj og varandi fiskivinnuskipan fyri Føroyar

Nevnd at gera tilmæli um nýggja fiskivinnuskipan eftir 2018

21. januar 2016

FISKIMÁLARÁÐIÐ 2/10 Í samgonguskjalinum hjá landsstýrissamgonguni frá 14. september 2015 er ásett, at ein breitt samansettur arbeiðsbólkur við ymiskum fakligum førleikum og vinnuligum royndum verður settur at gera tilmæli til politisku skipanina um nýggja fiskivinnuskipan eftir 2018. Ásett er, at tilmælið skal byggja á hesar aðalreglur: Niðanfyri verða skipanin av nevndini, hoyringsskipan og arbeiðssetningur útgreinað.

(Úr samgonguskjalinum) – “Allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggur. – Fiskiríkidømið skal framhaldandi vera fólksins ogn og kann ikki gerast ogn hjá privatum. – Fiskiríkidømið kann ikki fara á útlendskar hendur. Fiskirættindi skula vera á føroyskum hondum. – Farast skal frá privatari sølu av loyvum og fiskirættindum. Farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan.

– Veiddur fiskur skal vera atkomuligur hjá virkjum á landi at bjóða uppá. Veiðan og alt av fiskinum eigur at verða fingið til lands og í størsta mun virðisøkt í Føroyum.

– Bert feløg, sum hava føroyskar eigarar, eru skrásett í Føroyum, rinda skatt í Føroyum og rinda manningini hýru sambært føroyskum sáttmála, kunna bjóða seg fram í føroyskari fiskiveiði.

– Serlig skipan kann gerast fyri útróðrarflotan. Arbeiðsbólkurin skal regluliga hoyra allar partur í vinnuni. Ítøkiligt uppskot skal gerast um, hvussu broytingar frá verandi skipan til nýggju skipanina verða framdar í eini skiftistíð. Atlit skula takast til, at støðan hjá ymsu pørtunum av flotanum eru ymisk, og at verandi aktørar á ein skynsaman hátt kunnu laga seg til broyttu treytirnar.” FISKIMÁLARÁÐIÐ 3/10

NEVNDIN Bólkurin er mannaður við hesum fólkum:

Johnny í Grótinum, stjóri – Búskaparfrøðingur Formaður

Hans Ellefsen, adjunktur – PhD Búskaparfrøðingur Næstformaður

Árni M. Dam, sjálvstøðugur – Skipari og handilsútbúgving Nevndarlimur

Eydna í Homrum, fiskifrøðingur – PhD Lívfrøðingur Nevndarlimur

Herálvur Joensen, stjóri – Løgfrøðingur

Nevndarlimur Kristina Samuelsen, advokatur – Løgfrøðingur

Nevndarlimur Egil Olsen, fiskivinnuráðgevi – Fiskivinnufrøðingur Nevndarlimur

Unn Laksá, granskingarleiðari – PhD Stjórnmálafrøðingur Nevndarlimur

Malan Johansen, deildarleiðari – Búskaparfrøðingur Nevndarlimur

Afturat arbeiðsbólkinum er sett eitt skrivaratoymi (sekretariat) við hesum fólkum:

Herit V. Albinus, handilsskúlalærari – Búskaparfrøðingur

Jens Helgi Toftum, fulltrúi – Fiskivinnufrøðingur

Rúna F. Guttesen, fulltrúi – Løgfrøðingur

FISKIMÁLARÁÐIÐ 4/10 HVUSSU ARBEIÐIÐ VERÐUR SKIPAÐ

Nevndin skal í sínum arbeiði og síni frágreiðing og tilmæli viðgera og brúka royndir og vitan bæði í Føroyum og uttanlands og útvega sær neyðugt samstarv og serfrøði eftir tørvi.

Nevndin vísir til landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Hoyringsskipan Til tess at byggja eitt sterkt kjølfesti undir nýskipanini og samráðingum um at finna politiskar semjur, skal nevndin hava regluligar hoyringar í sínum arbeiði. Í tí sambandi verða skipaðir tveir hoyringsbólkar, sum skulu hoyrast regluliga í arbeiðinum: Hoyringsbólkur 1: Umboð fyri allar partar í vinnuni:

Feløgini hjá vinnuni á sjógvi og á landi, bæði fyri útgerðar-, arbeiðsgevara- og fakfelagsskipanina.

Hoyringsbólkur 2: Umboð fyri politisku flokkarnar á Løgtingi: Flokkarnir velja tvey umboð í part í hoyringsbólkin, umframt at uttanflokkatingfólk verða umboðað. Harumframt eigur nevndin í arbeiðinum at hoyra aðrar viðkomandi partar – m.a. stovnar í fíggjargeiranum (Peningastovnar, Føroya Realkreditstovn, Landsbanka Føroya, TAKS, o.o.), granskingarstovnar (Fróðskaparsetur Føroya, Havstovan, o.o.), myndugleikar (Kappingarráðið, Sjóvinnustýrið, Vørn, Skráseting Føroya o.o.), umframt aðrar partar, umboð ella felagsskapir, ið kunnu hava týðandi sjónarmið. Nevndin eigur í arbeiðinum somuleiðis at skipa fyri almennum hoyringum/ráðstevnum um høvuðstættir í arbeiðinum.

FISKIMÁLARÁÐIÐ 5/10

ARBEIÐSSETNINGUR Nevndin skal eftirmeta og endurskoða skipanina av føroysku fiskivinnuni í síni heild – herundir lógina um vinnuligan fiskiskap og aðra viðkomandi lóggávu – og gera fullfíggjað uppskot til lóggávu, skipanir og skiftisskipanir, ið kunnu røkka málunum við nýskipanini.

Høvuðsmálini eru:

– At øll føroyska fiskivinnan verður skipað undir tryggum og haldførum lógarkørmum, fyrisiting og skipanum.

– At livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi og tey rættindi Føroyar eiga í altjóða sjógvi og hava samrátt seg til við onnur lond, eru ogn Føroya fólks og eru varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og vælferðini hjá tjóðini.

– At Føroyar skulu gerast undangonguland at umsita allar fiskastovnar burðardygt – bæði í egnum sjógvi og í altjóða samstarvi – og at hava fremstu vitan og gransking um fiskastovnar og vistfrøðiligu skipanirnar í havinum.

– At tilfeingið er tryggjað sum ogn hjá fólkinum, og at rættindini at troyta tað eru á føroyskum hondum.

– At til ber at skapa mest møguligan virðisvøkstur og avkast í Føroyum av fiskatilfeinginum til reiðarí, manningar, virkir, fyritøkur, starvsfólk, tænastuveitarar og samfelagið alt, og at vit støðugt menna nýskapan og føroyskar førleikar í øllum pørtum av virðisskapanini.

– At tilfeingisrentan gerst so optimal sum gjørligt, og at størst møguligur partur av tilfeingisrentuni fellur til landið.

– At til ber at virka í eini marknaðargrundaðari fiskivinnu við vinnuligum frælsi undir jøvnum kappingartreytum.

– At vinnumøguleikar ikki savnast á fáum hondum, men at somu rættindi eru at bjóða seg fram at reka vinnu, og grundarlag er fyri fjølbroyttum virksemi, nýskapan og menning kring landið.

– At Føroyar støðugt menna sín leiklut og sína ábyrgd í altjóða samstarvi og avtalum um fiskiskap og fiskivinnu – og tryggja sín rættvísa part av rættindunum til felags og ferðandi fiskastovnar, umframt at samráða seg til skilagóðar avtalur við onnur lond um møguleikar og atgongd at fiska hvør hjá øðrum.

FISKIMÁLARÁÐIÐ 6/10 Ítøkiligu málini, sum nevndin skal gera uppskot til, verða býtt í hesar høvuðstættir:

1. Stovnsrøkt og lívfrøðilig burðardygd Nevndin skal gera tilmæli til reglur/skipanir um, hvussu lívfrøðilig ráðgeving um stovnsrøkt verður ment og fylgd fyri allar fiskastovnar og allan fiskiskap, soleiðis at stovnarnir varandi kunnu endurnýggja seg og kasta mest møguligt av sær.

 Herundir hvussu veiðisetningar, umsitingarætlanir og endurbyggingarætlanir fyri fiskastovnarnar kunnu kjølfestast og leggjast í langtíðarsemjur.

 Nevndin skal viðgera og gera uppskot til, hvør skipan av fiskiskapinum best tryggjar eina regulering/sjálvregulering í mun til stovnsrøktina, og skal harundir eisini meta um og gera metingar og uppskot um teknisku reguleringarnar, verju av ungfiski, ymisku sløgini av friðingum o.a.

 Nevndin skal eisini gera tilmæli/uppskot um, hvussu stovnsrøktin best verður skipað umsitingarliga.

 Hartil skal uppskot gerast um, hvussu tryggjast kunnu bestu granskingarmøguleikar, eftirlitsskipanir, hagtalsskipanir og skjalfestingar í fiskivinnuni. 2. Búskaparlig og samfelagslig burðardygd Nevndin skal lýsa og gera tilmæli um, hvussu virðisvøksturin í fiskivinnuni varandi kann gerast so stórt sum til ber, og hvussu ein fjølbroytt vinna kann virka við lønsemi og støðugt mennast í landinum eftir jøvnum kappingartreytum.

Nevndin skal lýsa, viðgera og gera tilmæli um, hvørji týðandi viðurskifti kunna stimbra undir, at virðisvøksturin í fiskivinnuni støðugt kann økjast, og føroyskir førleikar og kappingarføri kunnu mennast. Somuleiðis skal nevndin vísa á, hvørji viðurskifti í síni heild best tryggja, at íkastið frá allari fiskivinnu til føroyska tjóðarbúskapin og bruttotjóðarúrtøkuna gerst størst møguligt og varandi. Nevndin skal herundir viðgera og gera tilmæli um:

 Hvussu øll lið i virðisskapanini (veiða, virking, søla, undirveitarar o.o.) kunnu skapa mest møguligt búskaparligt og samfelagsligt avkast í Føroyum. FISKIMÁLARÁÐIÐ 7/10

 Hvussu umhvørvis-, orku- og vistskipanaratlit verða tryggjað.  Hvørji sosialbúskaparlig viðurskifti og skipanir hava týdning fyri burðardygd og virðisskapan í vinnuni og í samfelagsbúskapinum, herundir hvussu skipanin tryggjar burðardygd til komandi ættarlið. 3. Fiskiríkidømið er fólksins ogn, kann ikki gerast ogn hjá privatum og skal vera á føroyskum hondum Nevndin skal gera uppskot til, hvussu tryggjað verður í lóg og skipan, at fiskiríkidømið og rættindini til at útvinna fiskiríkidømið eru ogn hjá Føroya fólki í alla framtíð og ikki kunnu gerast privat ogn.

Hartil skal nevndin gera uppskot til, hvussu tryggjast kann, at rættindini, avgerðarrætturin og vinningurin eru á føroyskum hondum og kemur føroyska samfelagnum til góðar. Nevndin skal lýsa og gera uppskot til:

 Hvussu tryggjast kann, at bert feløg, sum eru skrásett í Føroyum, rinda skatt í Føroyum, hava eigarar búsitandi og skattskyldugar í Føroyum, og sum rinda manningini hýru sambært sáttmála á føroyska arbeiðsmarknaðinum, kunnu bjóða seg fram í føroyskari fiskiveiði.

 Tilmælið skal byggja á ta fyritreyt, at útlendskur ognarskapur og avgerðarrættur í feløgum, sum reka føroyska fiskiveiði, verður burtur. Uppskot skal somuleiðis gerast um, hvussu verandi útlendskur ognarskapur og ræðisrættur kann taka seg úr vinnuni í eini skiftistíð. Herundir skal nevndin lýsa og gera meting av, hvussu tryggjast kann, at “fíggjarbygnaðurin” í eini fyritøku ikki leggur avgerðarrættin og fíggjarliga avkastið til útlendskar fyritøkur við lánsavtalum, øðrum avtalum, “transfer pricing”, “tunnari kapitalisering” o.a.

Nevndin skal eisini gera eina meting av fyrimunum og vansum, ið kunnu standast av ov stórum forðingum/krøvum til fremmanda fígging og gera uppskot til loysnir, ið ikki ganga ímóti endamálunum um føroyskan ræðis- og ognarrætt og virðisskapan í Føroyum.

Til dømis um tað kann hugsast, at ov herd krøv til fígging uttaneftir kunnu forða fyri nýskapan í føroysku fiskivinnuni, um atgongdin til fígging á føroyska og altjóða marknaðinum ikki er nøktandi.

FISKIMÁLARÁÐIÐ 8/10 4.

Frá politiskari útluting av fiskirættindum til marknaðargrundaða skipan Skipanin viðvíkjandi útluting av fiskirættindunum, hevur verið grundað á lógarviðgerð í Løgtinginum ella fyriskipan, ið landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur umsitið og ásett. Farast skal frá hesi skipan. Arbeiðsbólkurin skal viðgera og gera uppskot til skipan, ið er marknaðargrundað, har tað almenna bjóðar fiskirættindi fram sum brúksloyvi fyri ávísa tíð. Uppskotini kunnu vera:

 Uppboðssøla av fiskirættindum frá tí almenna til privatar.

 Aðrar møguligar útbjóðingarskipanir frá tí almenna til privat. Grundreglan við útbjóðing og marknaðargrundaðari skipan er, at rættindini eru at meta sum tíðaravmarkað brúksrættindi, ið ikki geva tí privata ognarrætt til tilfeingið ella rættindini á nakran hátt.

Hartil skal marknaðarskipanin tryggja, at marknaðurin er ein marknaður millum tað almenna øðrumegin og privatar hinumegin, soleiðis at tað ikki verður ein privatur undirmarknaður, har rættindi verða seld frá privatum til privatan.

Skipanin skal tryggja, at tilfeingisrentan – eykavirðið og gjaldið fyri framíhjárættin og atgongdina at troyta eitt avmarkað tilfeingi – fellur til eigaran – Føroya fólk.

Nevndin skal viðgera og gera tilmæli um, hvussu útbjóðing og marknaður kann skipast best, hvørjar treytir eiga at setast til tey, ið bjóða seg fram o.s.fr. Nevndin skal herundir gera uppskot til, hvussu royndarfiskiskapur kann skipast eftir greiðum reglum.

5. Kapping og atkomiligheit Nevndin skal gera uppskot til, hvussu kapping og atkomiligheit verður tryggjað í vinnuni. Herundir skal nevndin viðgera og gera tilmæli til skipanir/reglur um:

 Hvussu til ber hjá vinnurekandi í Føroyum at bjóða seg fram eftir jøvnum treytum, og hvør skipan og hvørjar treytir tryggja endamálunum – til dømis FISKIMÁLARÁÐIÐ 9/10 við góðkenning/undangóðkenning at bjóða seg fram, krøv um manningarviðurskifti, tænastuveitingar í Føroyum o.a.

 Hvussu stóran part av fiskirættindunum einstakir aktørar kunnu hava brúksrætt til (ásetingar um antitrust). 6. Virðisøking í Føroyum Tilmælið um nýggja skipan skal eisini fevna um uppskot við atliti at útbreiðslu og gagnnýtslu av rávøruni í Føroyum. Ítøkilig viðgerð og niðurstøða skal gerast um m.a. hesar tættir og viðurskifti:

 At virki í Føroyum sleppa at rávøruni (atkomuligheit), til dømis um tvungna uppboðssølu av rávøru.

 At øll rávøra skal um føroyskan kaikant.

 At øll hjávøra (livur, garnar, høvd, uggar, fráskurður o.a.) skal hagreiðast umborð ella førast til lands.  Skipanir við góðskukrøvum, góðskueftirliti og góðskuváttanum, ið kunnu økja um dygd og virði.  Aðrar ásetingar og menningaruppskot – t.d. betri marknaðaratgongd, betri føroyskir fíggingarmøguleikar, granskingarátøk, marknaðarátøk, føroyskt vørumerki (“brand”) o.a.

7. Serlig skipan fyri útróðrarflotan

Nevndin skal viðgera og gera tilmæli um, hvørt serlig skipan og átøk skulu gerast fyri útróðrarflotan.

8. Einføld umsiting, gjøgnumskygni og rættartrygd Í uppskotinum til nýggja fiskivinnuskipan skal dentur leggjast á, at skipanin er so einføld sum gjørligt at umsita, og at hon er mest møguliga gjøgnumskygd og rættartrygg fyri vinnu og almenning og mest møguliga óheft av politiskari fyrisiting.

Greiðar revsireglur skulu ásetast fyri brot á lógina. Nevndin skal herundir viðgera, um umsitingin av rættindum, góðkenningum o.a. skal leggjast til óheftan stovn, t.d. skipaður við løgtingslóg, í armslongd frá politiska valdinum, og hvussu kærumøguleikar verða skipaðir.

FISKIMÁLARÁÐIÐ 10/10 9. Nýggj skipan og skiftistíð Í samlaða tilmælinum skal nevndin gera uppskot til, hvussu farast kann frá verandi skipan til at seta í verk nýggju skipanina, og at verandi luttakarar í vinnuni á skynsaman hátt kunna laga seg til broyttu treytirnar yvir eitt ávíst tíðarmál.

Eitt ítøkiligt uppskot kann vera at fremja nýskipanina í stigum og við ásettari skiftistíð. 10. Tíðarfreist Nevndin skal vera liðug við arbeiði sítt 1. august 2016.

Fiskimálaráðið, 21. januar 2016 Høgni Hoydal landsstýrismaður

Kelda:fisk.fo

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.