Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum, fór í gjár til Íslands, har hann hitti íslendska starvsbróðir sín, Gunnar Braga Sveinsson.
Landsstýrismaðurin kunnaði í hesum sambandi uttanríkisráðharra Íslands um uttanríkispolitisku ætlanirnar hjá Føroyum, harundir ynski um betri marknaðaratgongd fyri føroysku útflutningsvinnuna gjøgnum tættari samstarv við EFTA, og støðu Føroya í norðurlendska samstarvinum. Partarnir umrøddu eisini, hvussu Ísland skipar sín politikk í mun til menningarlond og menningarsamstarv.
Eftir fundin við íslendska uttanríkisráðharran, var landsstýrismaðurin á fundi í íslendska innlendismálaráðnum, har hann kunnaði seg um støðu Íslands í mun til Schengen.
Mánamorgunin fer landsstýrismaðurin víðari til Finnlands, har hann skal luttaka á norðurlendskum samstarvsráðharrafundi.