Fólkaflokkurin og Annika Olsen boða hervið frá, at hon aftur er partur av tingbólki Fólkafloksins.
Gerast skal ein nýtímansgerð av flokkinum við dagførdari stevnuskrá og bygnaði fyri flokkin. Annika Olsen fær ein týðandi leiklut í hesum arbeiði, serliga við atliti til Suðurstreym.
Dagførda stevnuskrá floksins skal tryggja, at Fólkaflokkurin er fyri alt fólkið, leik sum lærd, ung sum eldri og aðalmálið verður eisini at byggja brýr millum útjaðara og miðøkið.
Stevnuskrá floksins skal tryggja, at Føroyar gerast eitt trygt, fjøltáttað og sjálvbjargi samfelag.
Í arbeiðinum við at nýtímansgera flokkin skulu allir partar, tað vil siga tingmanning, floksleiðsla, starvsnevnd, limafeløg luttaka, soleiðis at alt baklandið er partur hesum arbeiði.
Miðjað verður ímóti, at úrslitið av hesum arbeiði verður lagt fram á landsfundi floksins í heyst.
Tórshavn, tann 4/2-2016
Jørgen Niclasen, form. Fólkafloksins