Eik hevur ongantíð brúkt avskrivingarnar av skattligum goodwill í ársroknskapinum, hóast TAKS hevur givið loyvi til tess. Tær verða heldur ikki brúktar fyri roknskaparárið 2015. Eik vil bert hava greiði á málinum, sum stavar frá, at núverandi Eik í 2010 yvirtók virksemið í gamla Eik Banka
TAKS staðfesti í skrivi til Eik, dagfest 30. juni 2015, at bankin skattliga kann avskriva 500 milliónir krónur í goodwill, sum stavar frá, at núverandi Eik yvirtók virksemið í gamla Eik. Í krónum og oyrum er skattliga virðið á avskrivingini umleið 90 milliónir krónur.
TAKS tók málið til viðgerðar, eftir at Eik bað skattamyndugleikarnar taka støðu til spurningin í 2013, tá ið sjálvuppgávan hjá Eik fyri 2012 skuldi latast inn. Tvey ár seinni kom TAKS til ta niðurstøðu, at Eik hevur loyvi at avskriva 500 milliónir krónur sum skattligt goodwill.
Í stuttum er talan um, at nýggi Eik Banki, sum varð stovnaður við tveimum milliardum krónum í eginpeningi í 2010, í roynd og veru bert var verdur 1,5 milliardir krónur, eftir at nýggi bankin hevði yvirtikið virksemið í gamla Eik. Spurningurin frá Eik til TAKS var tí, hvussu henda undirbalansan á 500 milliónir krónur skuldi viðgerast skattliga.
Nevndin í Eik varð kunnað um avgerðina hjá TAKS í august 2015. Men ein júst fráfarin nevndarlimur i Eik og uttanhýsis grannskoðanin hjá bankanum hava síðani ivast í avgerðini hjá TAKS. Teir meta, at Eik hevur ikki rætt til at avskriva skattligt goodwill fyri 500 milliónir krónur.
– Vit hildu, at málið varð avgreitt við avgerðini hjá TAKS, sum vit sjálv bóðu skattamyndugleikarnar taka støðu til fyri tveimum árum síðani. Nú málið er reist av nýggjum hevur nevndin avrátt at seta seg í samband við TAKS aftur, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri, í Eik.
Hann staðfestir, at Eik heilt síðani 2010 ikki hevur viljað brúkt møguleikan at fremja avskrivingina í ársroknskapinum, fyrr enn TAKS hevði tikið avgerð i málinum. Hann leggur dent á, at avskrivingin heldur ikki verður brúkt í roknskapinum fyri 2015, nú málið er reist av nýggjum. Uttanhýsis grannskoðanin er samd við bankanum í hesum.
– Vit hava stundir at bíða eftir nýggjari viðgerð hjá TAKS, um tað verður neyðugt. Vit vilja bert hava greiði á málinum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri, í Eik.