Home VinnutíðindiFiskivinna Osmund í Miðhøllini á Torradøgum

Osmund í Miðhøllini á Torradøgum

by OML

Í gjárkvøldið helt Osmund Justinussen áhugaverdan fyrilestur í Miðhøllini á Skúlatrøð har heitið var: Veðurfyribrigdi, sum ávirka fiskiskapin við Føroyar.

Osmund byrjaði við ættarfólkum sínum í útróðrarbygdini, Lorvík, har, sum so mangar aðra staðni, varð tikið fyrlilit fyri sól og mána, ja eisini kríatúrunum, um hvussu tey uppførdu seg, og hvussu veðrið í mun til tey fór at hátta sær.

Tey gomlu høvdu bert seg og sínar eygleiðingar at líta á og ikki nakra veðurfrøði, sum nú har sigast kann eini átta dagar fram, hvussu veðrið verður. Og dugdi tú ikki at gáa um, so kundi tað gerast spurningur um lív ella deyð, skuldi tí søkja sjógvin.

Osmund er drivin skipari og reiðari frá ungum av, og hevur fylgt rættiliga væl við, hvussu fiskurin ferðast. Serliga tá ið fiskaloysi var, fór hann at granska og lesa – eisini aftur í søguna.

Hann kom tá eftir, at eitt veðurfyribrygdi, sum er á sunnaru hálvkúlu – millum Suðuramerika og Australia, kallað El Niño helst hevur størri ávirkan á veðurlagið við okkara leiðir, enn vit gera okkum far um.

Veðurringrásin á norður hálvkúluni hevur langa umferð – kanska eini 40 ár ella meir. Topparnir í fisakrínum eru afturvandandi við ymiskum árabili, men hava teir eisini nógv við veðurlagið at gera.

Osmund Justinussen spáddi í summar og í heyst, at El Niño fór at ávirka veðrið og fiskastovnarnar við Føroyar í vetur, og alt bendir nú á, at hann fekk rætt.

Osmund hevur síðani sjeytiárini havt áhuga fyri, hvussu El Niño ávirkar botnfiskastovnarnar í norðurhøvum, og líka síðani hevur hann fylgt væl við hesum veðurfyrbrigdi.

Men hóast hann var varin við sínum metingum í summar og heyst, so er ringt at koma uttanum, at hann visti, hvat hann tosaði um.

Væl av fólk møtti til fyrilesturin – flestu teirra, ið hava ella hava havt nakað við sjógvin at gera. Ein sera áhugaverdur fyrilestur við nógvum góðum eygleiðingum og frásøgumaður ella fyrilestrarhaldari er Osmund Justiniussen góður.
Fleiri myndir

 

Kelda & mynd klaksvik.fo 19-02-2016

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.