Ársúrslitið hjá Trygd vísir eitt avlop á 7,9 mió. kr. áðrenn skatt. Úrslitið eftir skatt er 6,5 mió. kr., og tryggingartekniska úrslitið er 7,9 mió. kr. Í 2015 hevði Trygd stóra tilgongd av nýggjum viðskiftafólkum, og harumframt er framgongd í inntøkunum frá tryggingargjøldum.
Trygd fekk í 2015 nógv nýggj viðskiftafólk, og í tí sambandi eru bæði inntøkur og skaðaendurgjøld eisini hækkað. Ársúrslitið er í samsvari við væntanirnar, og leiðsla felagsins metir úrslitið vera nøktandi. “2015 var eitt gott ár hjá Trygd, og vit eru væl nøgd við úrslitið. Okkara dugnaligu starvsfólk arbeiða hvønn dag við at menna okkara tænastur, soleiðis at vit kunnu bjóða føroyingum nútímans tryggingar fyri kappingarførar prísir. Vit eru tískil sera fegin um, at vit aftur í fjør megnaðu at styrkja okkara støðu á føroyska tryggingarmarknaðinum,” sigur Janus Thomsen, stjóri.
Fleiri skaðar í 2015 Skaðaendurgjøldini í 2015 vóru munandi hægri enn í 2014. Serliga fyrra hálvár var merkt av fleiri størri og miðalstórum eldskaðum, umframt at skaðarnir sum heild hava verið fleiri enn undanfarin ár. Orsøkin er lutvíst, at Trygd hevur fingið fleiri viðskiftafólk, og at skaðarnir tískil eisini eru fleiri í tali. Trygd arbeiðir miðvíst við at menna og varðveita eitt kappingarført tryggingarvirksemi. Hetta verður gjørt við menning og útbúgving av starvsfólkum og við at halda rakstrarútreiðslurnar á einum ráðiligum stigi. Leiðslan metir, at rakstrarútreiðslurnar fyri 2015 eru á nøktandi stigi.
Nøktandi tryggingartekniskt úrslit Í tryggingarhøpi verður tryggingartekniska úrslitið brúkt til at vísa úrslitið uttan íløguavkast. Tað vil siga, at tryggingartekniska úrslitið vísir, hvussu sjálvt kjarnuvirksemið stendur seg. Tryggingartekniska úrslitið fyri 2015 var 7,9 mió. kr. samanborið við 12,5 mió. kr. í 2014. Hóast eina afturgongd verður úrslitið mett at vera nøktandi.
Eginogn felagsins var 69,6 mió. kr. við árslok 2015. 2 mió. kr. verða útlutaðar í vinningsbýti til móðurfelagið, BankNordik, fyri árið 2015. Útlit fyri 2016 Økta kappingin á tryggingarmarknaðinum seinastu árini hevur verið til fyrimunar fyri viðskiftafólk hjá Trygd, av tí at prísirnir eru lækkaðir munandi. Leiðslan í Trygd væntar, at kappingin fer at standa við í 2016. Inntøkurnar fara væntandi at hækka nakað, og væntanirnar til ársúrslitið eru 5-8 mió. kr. Ársroknskapurin í stuttum – Avlopið áðrenn skatt var 7,9 mió. kr. samanborið við 15,3 mió. kr. árið fyri – Avlopið eftir skatt var 6,5 mió. kr. samanborið við 12,5 mió. kr. árið fyri – Tryggingartekniska úrslitið var 7,9 mió. kr. í 2015 samanborið við 12,5 mió. kr. árið fyri – Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 4,9 mió. kr. upp í 91,5 mió. kr. – Inntøkurnar frá tryggingargjøldum fyri egna rokning hækkaðu við 3 mió. kr. – Skaðaendurgjøld fyri egna rokning hækkaðu upp í 53,6 mió. kr. samanborið við 49,2 mió. kr. í 2014 – Skaðaprosentparturin hækkaði úr 63,6 upp í 67,3