Felags kunningarfundur var í Kelduni í Skálafirði í kvøld har umleið 150 foreldur og næmingar lýddu á, meðan skúlaleiðslurnar í Skúlanum við Streymin, Fuglarfjarðar skúla og Stranda skúla kunngjørdu nýggja skúlasambandið eNám.
eNám er skúlasamstarv, sum gevur okkara næmingum heilar 8 breytir at velja millum í 10. flokki.
Í summar hava okkara næmingar møguleika at velja seg inn á:
- Ítróttarbreyt
- Køksbreyt – matur og heilsa
- Sangleikabreyt
- Sjóvinnubreyt
- Stylingbreyt
- E-sport Gamingbreyt
- Handverksbreyt
- Sniðgevingsbreyt
Næmingarnir tóku sera væl móti tilboðnum í kvøld, og væntað verður at væl fleiri næmingar koma at mennast og trívast í 10 flokki komandi skúlaár.
Kelda: sunda.fo 03.03 2016