Av teimum 25.700 fólkunum, ið vóru arbeiðsvirkin sambært fólkateljingini frá 11.11. 2011, vóru tað 6.500 kvinnur og 2.300 menn, ið arbeiddu niðursetta tíð, t.v.s. færri enn 35 tímar um vikuna. Av hesum kvinnum vóru tað um 1.550, ið arbeiddu færri enn 15 tímar um vikuna, og av monnunum um 890.
Lutfalsliga arbeiddu 55,2% av kvinnunum og 16,6% av monnunum niðursetta tíð.
Aldurin og arbeiðsvikutímatalið
Arbeiðsvikutímatalið broytist nógv eftir aldri á fólki. Av teimum yngstu 15-19 ára gomlu eru nógv flest, ið arbeiða færri enn 15 tímar, men longu frá 20-24 ára aldri arbeiða nógv flest fulla tíð. Talið av teimum, ið arbeiða fulla tíð, veksur heilt upp til 50 ára aldur, og minkar so aftur líðandi, men enn í aldursbólkinum 65-69 ár eru flest, ið arbeiða fulla tíð. Talið av teimum, ið arbeiða 16-34 tímar, er minst hjá teim yngstu og so javnstórt í aldrinum frá 30 til 64 ár, og minkar so aftur hjá teim elstu.
Um 2.000 við niðursettari tíð ynskja fleiri tímar
Í fólkateljingini vórðu fólk ikki bara spurd, hvussu nógvar tímar tey arbeiddu um vikuna, men eisini um tímatalið var passaligt, ella tey kundu ynskt sær at arbeitt fleiri ella færri tímar.
Bæði hjá kvinnum og monnum søgdu nógv tey flestu, 70-80%, at tímatalið var passaligt. Men um tey kundu ynskt sær fleiri ella færri tímar, velst sjálvsagt um, hvussu nógv tey arbeiða. Av teimum umleið 6.500 kvinnunum, sum arbeiða niðursetta tíð, vóru 1.333, ið ynsktu fleiri tímar, meðan tað vóru 671 av teim 2.325 monnunum við niðursettari tíð, ið ynsktu fleiri tímar.
Og 3.300 við fullari tíð ynskja færri tímar
Av teim 5.258 kvinnunum, ið arbeiða fulla tíð (tvs. 35 tímar ella fleiri), vóru tað 1.414, ið ynsktu færri tímar, meðan av teimum 11.641 monnunum, ið arbeiða fulla tíð, vóru tað eisini nógvir, 1.885, ið ynsktu at arbeiða færri tímar um vikuna.
Útgreinað tøl í hagtalsgrunninum
Í hagtalsgrunninum undir Manntal 2011 eru útgreinaði tøl um arbeiðsvikutímatal hjá teim arbeiðsvirknu, eftir aldri, kyni, útbúgving, starvi og húskisstøðu.
Kelda: Hagstova Føroya » 08. mars 2016