Listaverkini eru litrík og kundu verið málað av fremstu málarunum í landinum. Men verkini eiga børnini í 2. flokki í Spíranum.
Leygardagin 12. mars kl. 15.00 letur 2. flokkur í Spíranum upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Spírin er ein náttúrufrítíðarskúli. Børnini eru bæði úti og inni, og skapandi evnini verða væl stimbrað í fjølbroytta virkseminum. Hetta sæst aftur á myndunum, sum hava íblástur frá náttúruni. Tað serliga við myndunum er, at tær flestu eru málaðar við træpettum ella trækubbum. Tær síggja tí heldur øðrvísi út.
Í eitt longri tíðarskeið hava børnini saman við Absaloni Hansen arbeitt við ymiskum skapandi á verkstaðnum. Framsýningin leygardagin er úrslitið av hesi tilgongd.
Poul Michelsen Heilsøla hevur stuðlað framsýningini. Helena Dam á Neystabø kemur at siga nøkur orð, tá ið framsýningin letur upp.
Á netsíðu Spírans ber til at lesa meira: nattura.fo