Úrslitið eftir skatt í 2015 var eitt avlop á 13,7 mió. kr., móti 11,5 mió. kr. í 2014. Hetta er ein øking upp á 2,2 mió. kr. Eginognin rentaði sostatt við 7,4 %.
Virksemið økist
Vøksturin í útlánum og ábyrgdum var 4,4 % ella 70,6 mió. kr. Útlánini øktust úr 1.535 til 1.598 mió. kr., og ábyrgdirnar øktust úr 56 mió. kr. upp í 64 mió. kr.
Vøksturin í innlánum var 9,4 % ella 170 mió. kr. – úr 1.804 mió. kr. upp í 1.973 mió. kr. Innlánsavlopið øktist aftur í 2015 – hesaferð við 107 mió. kr. og var 376 mió. kr. við ársenda 2015.
Líkt er til, at ábyrgdarar hava álit á sparikassanum og eru væl nøgdir við rentuna, sum er 5 %. Sparikassin hevur merkt stóran áhuga fyri at seta pening í ábyrgdarfæ. Samlaða ábyrgdarfæið var við árslok 2015 kr. 16.470.000, móti kr. 10.727.000 í 2014. Hetta er ein øking upp á kr. 5.743.000, ella 53,5 %
Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið er gott. Við ársenda 2015 var yvirdekningurin sammett við lógarkravið 170 %.
Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2015 var solvensurin 19,0 %, meðan individuelli solvenstørvurin var 9,5 %. Harvið var solvensyvirdekningurin 9,5 % -stig.
Umboðsráðsfundur verður hósdagin 17. mars 2016. Eftir fundin verður fullfíggja ársfrásøgnin fyri 2015 tøk á heimasíðu sparikassans www.ns.fo.
Kelda & Mynd:ns.fo