Framsýningin skírisdag varð stak væl vitjað. Úrvalið av handaligum lutum, sum sýndir vórðu fram, var sera rúgvusmikið. Thordis Dahl Hansen, forkvinna í trivnaðarnevndini helt eina røðu og børn úr barnakórinum hjá Jóanes S. Hansen sungu.
Røða hjá Thordis Dahl Hansen til setanina av framsýningini skírisdag:
Grækarismessa er farin afturum – tjøldrini eru komin – páskaliljurnar eru so smátt byrjaðar at vísa seg í urtagørðunum – dagarnir eru farnir at leingjast og í komandi viku fara vit at flyta klokkuna.
Hetta er alt tekin um at vár og at summar er í hondum.
Henda tíðin er somuleiðis eisini tann tíðin har kvøldskúlarnir runt landið hava sínar framsýningar. Framsýningar, sum bera boð um at tað er ikki heilt onki, sum kemur at skafti ta myrku tíðina av árinum.
Sunda Kommuna gleðist um at kunna bjóða borgarunum eina fjølbroytta kvøldskúlaskrá, samstundis sum vit eisini gleðast um at tað eru so nógv, sum velja at taka at hesum tilboðnum. Í kvøldskúlanum hjá Sunda Kommunu hava í ár gingið 240 næmingar fordeildir á 24 lærugreinar. Endamálið við kvøldskúla tilboðum er stimbra hvønn einstakan í at menna sínar førleikar innan ymisk øki, umframt at gera sítt til, at stuðla upp undir lívslongu læringina.
Kommunan, tað við siga kvøldskúlaleiðarin, samskipar útbúgvingartilboðini við støði í teimum ynskjum og tí tørvi, sum er í Sundalagsøkinum.
Kvøldskúlin og frítíðarundirvísingin hevur í ár haft eina sera fjølbroytta skrá – her hevur verið møguleiki fyri
– Sangi
– Prógv til frítíðarsiglarar
– Teldulæru
– Fimleik fyri menn og kvinnur
– Málskeið
– Svimjing fyri børn
– Og so ein rúgva av handaligum lærugreinum
Og tað eru tær handaligu lærugreinarnar vit nú hava møguleika at síggja og gleðast um. Í dag hava vit eisini møguleika at hoyra nakrar barnarøddir, sum eisini eru partur av frítíðarundirvísingini, sum er fyri børn.
Í vetur eru tað fleiri, sum hava fingið okkurt nýtt plagg, onkur annar hevur fingið ein nýggjan prýðislut, tað verði seg at seta á eina hyll ella okkurt at heingja um hálsin, onkur nýggj púta er komin at standa í eini sofu og uppaftur onkur annar hevur gjørt sær eina nyggja tasku. Nøkur eru, sum hava lært seg at seta kós og so eru tað nøkur, sum hava fingið okkurt gott í búkin Kvøldskúlin er eitt sera gott tilboð til okkum øll – her sleppa vit, um vit vilja, at bjóða okkum sjálvum av – vit sleppa at læra nýtt, men vit sleppa eisini at gera tað vit tíma.
Tað er so ómátaliga gott fyri okkum menniskju at uppliva gleðina av at skapa samstundis, sum tað eisini er gott fyri okkum at læra nakað nýtt. Vit skylda okkum sjálvum at halda okkum við líka og at læra nýtt og ikki bert gera tað vit vita vit duga.
Útyvir at vit sleppa at skapa og læra nakað nýtt í kvøldskúlanum, so hevur kvøldskúlin eisini eina sosiala dimensión og hon skal bestemt ikki undirmetast.
Kvøldskúlin er eitt tilboð til øll yvir 14 ár og tað ger, at í teimum ymisku flokkunum eru ikki bert fólk ein er javngamal við. Eg haldi tað er sera hugaligt at síggja ungfólk og fólk, ið eru komin væl til árs, sita ella standa lið um lið og arbeiða.
Og so er tað kaffimunnurin. Hjá teimum allar flestu lærugreinunum hoyrir eisini ein steðgur til, har fólk skiftast um at hava okkurt við. Her veit eg at nógvar góðar søgur er fortaldar.
Men fyri at kunna hava eitt fjølbroytt tilboð í kvøldskulanum og fyri at vit kunnu skapa alt tað vit síggja í dag, mugu vit hava fólk sum tíma at standa á odda fyri hesum virksemi og vit mugu hava fólk, sum vilja undirvísa, tí tey eru líka sum krumtappurin í allari kvøldskúlaundirvísinigini. Takk fyri til tykkum sum vilja gera eitt arbeiði í kvøldskúlanum.
Tá ið faldarin kom í húsini í september í 2015 gleddist eg um allar møguleikarnar, sum vóru har og sum eg hevði møguleika til at gerast ein partur av. Um eina løtu, tá ið eg eri liðug at ganga runt her og hyggja, fari eg longu at gleða meg til faldarin, sum kemur komandi heyst.
Takk fyri í vetur.
Góða framsýning og gleðiligar páskir.
Myndir síggjast her
Kelda Sunda Kommuna 24.03.2016