Home Tíðindir Minni fráflyting, størri tilflyting og størri fólkavøkstur

Minni fráflyting, størri tilflyting og størri fólkavøkstur

by OML

Tann 1. mars í ár var fólkatalið 49.291. Tað er sostatt vaksið við 626 fólkum síðani 1. mars í fjør. Tað svarar til 1,3%, ið er stórur fólkavøkstur í einum 12-mánaðarskeiði. Hetta kemur av einum burðaravlopi á 247, ið er munurin millum fødd og deyð, og eini nettotilflyting á 379, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið síðstu fjúrtan árini.

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum, sum er hend síðstu hálvtriðju árini og tykist at halda fram, kemur av stórum broytingum í flytingini millum Føroyar og útlond. Tilflytingin er vaksin nakað, men serliga er tað fráflytingin, ið er minkað nógv. Samanborið t.d. við 2012, tá fólkatalið minkaði við 142, so er tilflytingin nú 212 størri enn tá og fráflytingin 520 færri.

Fólkatalið veksur við næstan 400 í Streymoyar sýslu
Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru, har fólkatalið stendur í stað í Sandoyarøkinum og minkar í Suðuroy. Meðan fólkavøksturin fyri alt landið er 1,3% hetta 12-mánaðarskeiðið, er tað ein minking í Suðuroy á 1,4%, sum ger at tað dragnar alt meira millum Suðuroynna og restina av landinum.

Í talið er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 300. Men lutfalsliga er størsti vøksturin í Streymoyar sýslu annars við 2,1%. Her eru tað serliga bygdirnar Kollafjørður, Signabøur og Hvalvík, ið veksa um fólkatalið. Síðan er vøksturin 1,8% í Vága sýslu, og her er størsti vøksturin í Sørvági. Síðani er vøksturin javntstórur í Tórshavnarøkinum og Eysturoyar sýslu við 1,6%. Í Eysturoy er tað serliga tær stóru bygdirnar í Runavíkar kommunu, ið draga uppeftir, og í Tórshavnarøkinum er størsti vøksturin á Argjum. Í Norðoyggjum er vøksturin 1,2%, og er tað í høvuðsheitum í Klaksvík. Sandoyar sýsla heldur tørn. Har er vøkstur í teimum báðum størru bygdunum, meðan hinar draga niðureftir.


Í kommununum er nógv størsti vøksturin í tali í Tórshavnar og Runavíkar kommunum. Í Tórshavnar kommunu er fólkatalið økt við 383 fólkum hetta 12-mánaðarskeiðið. Lutfalsliga er størsti vøksturin í Sørvágs, Runavíkar, Porkeris, Sunda og Tórshavnar kommunum.

Í tali er størsta minkingin í Tvøroyrar, Vágs, Hvalbiar og Fuglafjarðar kommunum. Lutfalsliga er størsta minkingin í Húsa kommunu.

 

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, stendur fólkatalið sum heild í stað ella minkar nakað í útoyggjum – uttan í Nólsoy, har fólkatalið aftur veksur nakað. Í stóru oyggjunum er tað bara minkandi fólkatal í Suðuroy, meðan tað er vaksandi í Streymoy, Eysturoy, Borðoy, Vágoy og Viðoy.

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum

Kelda: Hagstova Føroya 15. apríl 2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.