Tað gongur framvegis væl í Tórshavnar kommunu. Nú valskeiðnum líðir væl kunnu vit staðfesta, at nógv er fingið av skafti. Og samstundis síggja vit, at nógvar spennandi uppgávur eru fyri framman. Samgongusamstarvið hevur hepnast væl og full semja hevur verið um at kalla øll átøk.
– Inntøkurnar tilsamans vóru 882 mió. kr, eldraøkið íroknað. Skattaprosentið er er nú einans 19,75%. Kommunuskatturin var 705.075, hetta er ein vøkstur á 5.46% í mun til undanfarna ár. Samlaður rakstrarútreiðslurnar íroknað eldraøkið eru 633 mió. kr, í mun til 480 mió kr. í 2014.
– Eftir at eldraøkið varð yvirtikið eru almanna- og heilsumál vorðin størsta rakstrarøkið hjá kommununi við 202 mió kr. Áður var raksturin til børn og ung størsta rakstrarstaðið. Rakstrarútreiðslurnar til børn og ung vóru 140 mió kr í 2015.
– Kommunan hevur eina skynsama fíggjarstýring og hevur goldið 16 mió í avdráttum í árinum, langfreistaða skuldin var við ársskiftið 94 mió kr.
Íløgur
– Samlaðu íløgurna í árinum vóru 199 mió kr, Tórshavnar havn 54 mió kr. Av teimum stóru íløgunum í 2015 kann eg sum dømi nevna brúnna um Sandá, sum verður liðug fyrsta dagin. Eysturendin á Tórsvølli er liðugur, fótbóltsvøllurin í Hoyvík er komin væl áleiðis, og byrjað er uppá ítróttarhøllina í Skúlanum á Argjahamri. Útbyggingin av Hoyvíkshøllini er gjørd, høllin á Hálsi er umbygd og skotið verður fyri dupulthøllini fyrsta dagin.
– Dagstovnurin Birkilund varð liðugur í fjør og dagstovurin í Kollafirði verður liðugur í næstum. Farið er undir stóru verkætlanina við Skúlanum á Fløtum, sum er okkara størsta verkætlan nakrantíð. Harumframt er musikkskúlaætlanin skjótt klár at bjóða út.
– Vit arbeiða við trivnaðinum og gera framhaldandi íløgur í lendisgøturnar, vit hava gjørt eitt nýtt spælipláss í í Grasagarði í miðbýnum, sum er væl móttikið av barnafamiljum. Hóast nógv seinkað av serligum umstøðum, so verður trappan í Vágsbotni liðug fyrsta dagin og fer at verða eitt savningarstað fyri undirhald o.a. í Vágsbotni.
Fólkavøkstur
– Umframt hetta kann eg nevna, at býráðið arbeiðir fyri at fáa fólkavøkstur í Tórshavnar kommunu. Ein liður í hesum er, at kommunan arbeiðir við fjøltáttaðum bústaðarmøguleikum. Sum liður í hesum gera vit útstykkingar ymsa staðni í kommununi, eg kann nevna Oman Gil, við Karlamagnusarbreyt, á Kongavarða og í Kollafirði. Farið verður eisini undir havnaútbyggingina, til tess at framtíðartryggja vinnumøguleikar og arbeiðspláss í Havn.
– Fólkavøksturin í høvuðsstaðnum er framvegis vaksandi. Vit rokna við at nógv lesandi úr øllum landinum fara at flyta til høvuðsstaðin í styttri ella longri tíðarskeið í sambandi við útbúgving. Stórt tal av útisetum flyta eisini til Havnar. Vit eru farin í samstarv við Bústaðir at útvega lestraríbúðir, umframt at vit fara undir nakrar stórar útstykkingar.
– Tórshavnar kommuna hevur eina skilagóða íløguætlan og ein sunnan rakstur. Tað er rætt, at inntøkurnar framvegis vaksa, men kommunan hevur øgiliga stórar og vaksandi skyldur. Við teirri menning og tí fólkavøkstri, sum er í løtuni, er eingin ivi um, at samanlagt er tað ein positiv gongd fyri høvuðsstaðarkommununa.
Tórshavn 19. apríl 2016
Heðin Mortensen
borgarstjóri