Home Fólk & Samfelag Í Heilsu- og innlendisráðnum hevur prísur ongan týdning

Í Heilsu- og innlendisráðnum hevur prísur ongan týdning

by OML

Løgin framferðaháttur í møblakeypi. Bert útvald sluppu at bjóða, innkeypsportalurin var ikki brúktur og tikið var ikki av lægsta boðinum, hóast boðið var út av nýggjum, tí prísurin skuldi telja meira.

Sirið Stenberg, heilsuráðkvinna, hevur svarað Jørgen Niclasen, tingmanni, sum spurdi eftir § 52a í tingskipanini um útboð av innbúgvi til skrivstovurnar hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum.
Spurningurin var soljóðandi:
1. Var innkeypsportalurin brúktur, tá landsstýriskvinnan valdi at bjóða innbúgvið til Heilsu- og innlendismálaráðið út av nýggjum?
2. Hvussu vóru tilboðini í mun til hvørt annað?
3. Hvørjum tilboði valdi landsstýriskvinnan at taka av, og var tað bíligasta tilboðið?

Svarið frá landsstýriskvinnuni var soljóðandi:
Til nr. 1
Heilsu- og innlendismálaráðið valdi í útboðnum av innbúgvi til skrivstovurnar og fundarhølið at fylgja rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum frá 1. oktober 2013. Sambært rundskrivinum, so er ikki ásett, at innkeyp av vørum og tænastum undir eitt samlað virði á 800.000 krónur skal út í alment útboð, men at tilboðsfyrispurningur kann nýtast sum keypsháttur, og at tilboð skulu biðjast frá í minsta lagi 2 veitarum.
Fyri at tryggja hóskandi kapping um ítøkiliga innkeypið bjóðaði Heilsu- og innlendismálaráðið 4 veitarum at koma við tilboði upp á ítøkiliga innkeypið. Veitararnir vórðu spurdir og kunnaðir áðrenn um ta stuttu tilboðsfreistina, og sýndu stóran áhuga fyri innkeypinum.
Heilsu- og innlendismálaráðið valdi at biða um tvey tilboð frá veitarunum – eitt tilboð upp á skrivstovuinnbúgv og eitt tilboð upp á fundarhølisinnbúgv, soleiðis at møguleiki var at velja tað innbúgvið til fundarhølið, ið var best egnað til ymisk tiltøk, bæði smærri og størri fundir, og har borð og stólar á lættasta hátt kundu goymast burtur og stáplast.
Til nr. 2
Innkomnu tilboðini vóru ymisk í góðsku og kostnaði. Tað var ein beinleiðis samanhangur ímillum góðsku og kostnað, har góðska, funktión og livitíð høvdu eina týðiliga ávirkan á kostnaðin.
Innkomnu tilboðini býttu seg soleiðis:
Tilboðsgevarir Tilboð
NEMA – Skrivstova 388.300
NEMA – Fundarhøli 71.240
Stokholm – Skrivstova 228.200
Stokholm – Fundarhøli 128.700
VØRUHÚSIÐ – Skrivstova 327.192
VØRUHÚSIÐ – Fundarhøli 87.529
Idé – Skrivstova 251.000
Idé – Fundar 99.215

Innkomnu tilboðini vórðu mett út frá lutanarkriteriunum “prísur” og “design, funktión og góðska.
Í báðum førum hevði Stockholm besta samlaða tilboði í mun til lutanarkriteriini “prísur” og “design, funktión og góðska”. Serliga varð hetta eyðsæð í mun til innbúgv til fundarhølið.
Til nr. 3
Í sambandi við, at boðið varð út av nýggjum, varð innkeyp av skrivstovuinnbúgvi til Almannamálaráðið eisini tikið við í tann samlaða tilboðsfyrispurningin hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum.
Í mun til ítøkiliga innkeypið varð tillutanin ikki út frá “bíligasta tilboði”, men út frá besta lutfallinum millum góðsku og kostnað.
Í báðum førum hevði Stockholm besta samlaða tilboðið í mun til lutanarkriteriini “prísur” og “design, funktión og góðska”. Serliga varð hetta eyðsæð í mun til innbúgv til fundarhølið.

Í útboðstilfarinum varð m.a. dentur lagdur á, at fundarborð lættliga kundu flytast, ruddast burtur og setast upp til ymisk tiltøk. Borðini skuldu kunna flytast av einum fólki. Stólarnir til fundarhølið skuldu m.a. vera egnaðir til fundarvirksemi, ið kann vera í 2 tímar ella meir, umframt at teir eisini skuldu kunna stáplast og flytast lættliga. Hesi krøv uppfylti Stockholm í størri mun enn hinir veitararnir.

Tískil varð tillutanin í mun til prís soleiðis, at Stockholm vann bæði innkeypini. Fyri skrivstovuinnbúgv hevði Stockholm lægsta boð og fyri fundarhølisinnbúgv hevði Stockholm hægsta boð.
Verða tilboðini upp á alt innbúgvið samanborin, so lá tilboðið hjá Stockholm í lægra endanum í mun til ein samlaðan prís.

Heilsu- og innlendismálaráðið, 19. apríl 2016
Sirið Stenberg
Landsstýriskvinna

Spurningar við viðmerkingum frá Jørgen Niclasen kunnu lesast her:
http://logting.fo/files/casewrittenquestion/575/039.15%20Spurningur%20til%20S.Stenberg%20fra%20J.Niclasen-innbugv-HIMR.pdf

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.