Home Vinnutíðindi Rakstrarúrslitið í samsvari við væntanirnar

Rakstrarúrslitið í samsvari við væntanirnar

by OML

Rakstrarúrslitið í samsvari við væntanirnar. Høvuðstættir úr roknskapinum hjá BankNordik fyri 3. ársfjórðing 2015 kunnu lesast her:

(Um ikki annað er upplýst, eru niðanfyri nevndu tøl javnað fyri virksemi bankans í Vørði, ið heldur uppat).

ÁrniEllefsen2015-BankNordik

Árni Ellefsen Forstjóri BankNordik

Úrslitið fyri 1.- 3. ársfjórðing í samsvari við væntanirnar

  • Rakstrarúrslitið hjá BankNordik fyri ársins fyrstu níggju mánaðir var 157 mió. kr. Hetta er ein framgongd á 41 mió. kr. samanborið við árið fyri.
    • Niðurskrivingar á útlánum minkaðu við 47 mió. kr. samanborið við árið fyri.
    • Rentuinntøkurnar eru minkaðar við 17 mió. kr. Hetta er fyrst og fremst orsakað av øktum trýsti á rentumarginalin.
    • Inntøkurnar frá tænastugjøldum hækkaðu við 29 mió. kr., í stórstan mun orsakað av øktum virksemi innan íløgurøkt og realkreditt.
    • Inntøkurnar frá tryggingarvirksemi minkaðu við 3 mió. kr.

o   Rakstrarútreiðslurnar hækkaðu við 14 mió. kr., lutvíst orsakað av eykaútreiðslum til KT. Samanborið við í fjør er starvsfólkatalið 30. september 2015 minkað við 39.

  • Úrslitið fyri skatt ársins fyrstu níggju mánaðir gjørdist 115 mió. kr. Tá er virksemi bankans í Vørði, ið ikki heldur fram, talt uppí. Til samanberingar gjørdist úrslitið sama tíðarskeið í fjør 134 mió. kr.
    • Eingangsútreiðslurnar vóru 25 mió. kr. samanborið við 1 mió. kr. árið fyri. Útreiðsluvøksturin stavar frá fráfaringarsamsýningum í sambandi við bygnaðarbroytingarnar, ið vórðu framdar fyri kortum.
    • Útreiðslurnar í sambandi við virðisjavna vóru 36 mió. kr. samanborið við árið fyri, tá hetta var ein inntøka á 15 mió. kr.

”Triði ársfjórðingur hevur verið hendingaríkur, og úrslitið er í samsvari við væntanirnar. Vit hava tillagað okkara strategi, lýst vinnulívspartin í Danmark til sølu og gjørt treytaða avtalu um sølu av Vørði. Harumframt hevur kjarnuvirksemið í samtakinum verið merkt av nógvum virksemi. Hóast rentustøðið er lágt, eru rakstrarinntøkurnar óbroyttar. Samstundis hava vit betrað rakstrarúrslitið munandi samanborið við í fjør, serliga orsakað av afturførdum niðurskrivingum tveir teir seinastu ársfjórðingarnar. Hetta vísir kredittdygdina í okkara útlánum,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

”Sølan av Vørði og danska vinnulívspartinum fer sum áður fráboðað væntandi at bera við sær, at kapitalprosentið verður omanfyri kunngjørda málið.

Tað fer at geva møguleika fyri at gjalda íleggarum okkara eitt serligt vinningsbýti,” sigur Árni Ellefsen.

Inntøkurnar frá rentum og tænastugjøldum aftur á vanligum støði í 3. ársfjórðingi eftir stóran inntøkuvøkstur frá realkreditt í 2. ársfjórðingi

  • Rakstrarúrslitið hjá BankNordik var 60 mió. kr. í 3. ársfjórðingi 2015. Tað er 14 mió. kr. minni enn í 2. ársfjórðingi 2015.
    • Bankin afturførdi niðurskrivingar fyri 7 mió. kr. eftir afturføringar fyri 5 mió. kr. undanfarna ársfjórðing.
    • Rentuinntøkurnar minkaðu við 6 mió. kr. samanborið við 2. ársfjórðing 2015. Hetta stavar í størstan mun frá eini afturgongd í rentuinntøkum á íløguøkinum.
    • Inntøkurnar frá tænastugjøldum og kostnaðum minkaðu við 15 mió. kr. samanborið við 2. ársfjórðing 2015, av tí at realkredittvirksemið nú aftur er komið í vanliga legu.
    • Inntøkurnar frá tryggingarvirksemi, netto, vóru 10 mió. kr., sum er óbroytt samanborið við 2. ársfjórðing.

o   Rakstrarútreiðslurnar vóru 6 mió. kr. lægri enn í 2. ársfjórðingi orsakað av eykaútreiðslum í 2. ársfjórðingi.

  • Úrslitið fyri skatt var 42 mió. kr. í triðja ársfjórðingi. Tá er virksemi bankans í Vørði, ið ikki heldur fram, talt uppí. Til samanberingar var úrslitið í 2. ársfjórðingi 12 mió. kr.
    • Eingangsútreiðslurnar vóru 11 mió. kr. í 3. ársfjórðingi samanborið við 14 mió. kr. í 2. ársfjórðingi.
    • Virðisjavni var ein útreiðsla á 20 mió. kr. samanborið við 50 mió. kr. í 2. ársfjórðingi.

Sølan av Vørði

Í oktober gjørdi BankNordik eina treytaða søluavtalu, sum ber við sær, at Arion Banki keypir 51% av partabrøvunum í íslendska tryggingarfelagnum Vørði. Partarnir hava gjørt avtalu um eina put- og call-optión viðvíkjandi írestandi 49% av partabrøvunum, sum gevur BankNordik møguleika at selja Arion Banka írestandi partabrøvini í 2017. Samlaði prísurin fyri 100% av partabrøvunum er EUR 37,3 mió. Avtalan er tó treytað av góðkenning frá viðkomandi íslendskum myndugleikum.

Væntanir fyri 2015

BankNordik broytir væntanirnar viðvíkjandi úrslitinum fyri 2015 áðrenn niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavna og skatt frá 200-240 mió. kr. til 200-220 mió. kr., av tí at virksemi bankans í tryggingarfelagnum Vørði heldur uppat. Fyrstu níggju mánaðirnar í 2015 var úrslitið 166 mió. kr.

Við ársbyrjan væntaði leiðsla bankans eina minking í niðurskrivingum á útlánum samanborið við nettoniðurskrivingarnar í fjør, sum vóru 85 mió. kr. Bankin hevur ársins fyrstu níggju mánaðir roknað niðurskrivingar fyri 9 mió. kr. netto, og niðurskrivingar á útlánum fyri árið verða tískil væntandi munandi lægri enn í fjør.

Væntanirnar eru knýttar at óvissu og treytaðar av búskaparligu viðurskiftunum, undir hesum møguligum pengapolitiskum tiltøkum hjá tjóðbankanum.

CRD IV sett í verk

Við einum solvensprosenti á 15,6% tann 30. september 2015 hevði BankNordik eitt rásarúm á 6,7 prosentstig í mun til kapitalkravið hjá bankanum á 8,9%. Nýggju reglurnar um kapitaldekning (CRD IV) eru nú settar í verk, og sambært Basel II-reglunum minkaði veruligi kjarnukapitalurin tann 30. september 2015 við 0,1 prosentstigi. Eftir nýggju reglunum um kapitaldekning hevur bankin tann 30. september 2015 eitt veruligt kjarnukapitalprosent á 12,7%.

Ætlan bankans er at røkka einum veruligum kjarnukapitalprosenti á 13% og einum solvensprosenti á 16,5% í 2019. Við einum veruligum kjarnukapitalprosenti á 12,7% tann 30. september 2015 nærkast bankin sínum máli viðvíkjandi veruligum kjarnukapitali í 2019.

 

Høvuðstøl

DKK mió.

 

1.-3. kvt. 2015 1.-3. kvt.

2014

3. kvt

2015

2. kvt.

2015

1. kvt.

2015

4. kvt.

2014

3. kvt

2014

Rentuinntøkur, netto 358 375 116 122 120 122 122
Inntøkur frá tænastugjøldum,netto 174 145 52 67 55 51 46
Tryggingarinntøkur 20 23 10 10 0 6 13
Aðrar rakstrarinntøkur 7 10 2 3 2 3 3
Rakstrarinntøkur* 559 554 180 203 176 183 184
Rakstrarútreiðslur* -377 -363 -122 -128 -127 -120 -116
Sektorútreiðslur v.m. -16 -18 -5 -6 -5 -5 -6
Úrslit fyri niðurskrivingar * 166 172 54 69 43 58 62
Niðurskrivingar á útlánum (netto) -9 -56 7 5 -20 -29 -17
Rakstrarúrslit* 157 116 60 74 23 29 45
Eingangsútreiðslur -25 -1 -11 -14 0 -262 0
Úrslit fyri virðisjavna og skatt 132 115 49 60 23 -233 45
Virðisjavni -36 15 -20 -50 34 -13 -7
Úrslit fyri skatt,

Vörður ikki roknaður uppí

96 131 29 10 57 -245 39
Úrslit fyri skatt,

Vörður roknaður uppí

115 134 42 12 61 -226 49
Innlán v.m., mia. DKK 12,8 12,3 12,8 12,8 12,3 12,6 12,3
Útlán v.m., mia. DKK 10,7 10,3 10,7 10,7 10,6 10,5 10,3
Eginogn, mia. kr. 2,1 2,2 2,1 2,0 2,0 2,0 2,2
Solvensur 15,6% 14,1% 15,6% 15,0% 14,6% 14,8% 14,1%
Gjaldføri samanborið við lógarkrav 175% 166% 175% 173% 157% 182% 166%
Útreiðslur/Rakstrarinntøkur 67% 66% 67% 63% 72% 66% 63%
Tal av starvsfólkum (FTE), ult. (Vörður roknaður uppí) 476 513 476 490 504 506 513

 

* Eingangsútreiðslur og virðisjavni eru frároknað.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.