Home Fólk & Samfelag Umhvørvisvikan 2016 í Klaksvík

Umhvørvisvikan 2016 í Klaksvík

by OML

9.-14. mai er umhvørvisvika í Klaksvíkar Kommunu. Barnagarðar og skúlar eru við til Umhvørvisvikuna, og vit heita á øll frítíðarfeløg og ítróttarfeløg at taka væl undir við ruddingini.

Vit eggja eisini borgarum til at luttaka við at rudda, planta og annars við at møta upp til tey tiltøk, sum eru í vikuni.
Skráin sæst her:

Mánadag 9. mai:
Borgarar rudda egin grundøki.
Endurnýtslan er opin kl.16-19
Seðil til plantupakkan kann heintast í Norðoya Kunningarstovu
Sniglaeitur kann heintast á Norðoya Kunningarstovu

Týsdag 10. mai:
Umsitingin í Klaksvíkar kommunu ruddar
Borgarar rudda egin grundøki.
Endurnýtslan er opin kl.16-19
Seðil til plantupakkan kann heintast í Norðoya Kunningarstovu
Sniglaeitur kann heintast á Norðoya Kunningarstovu

Mikudag 11. mai:
kl.18 Áhugaverd, ókeypis endurnýtsluverkstova á Føroya Handarbeiðsskúla, tilmelding á 250925 (Anna Evensa Abrahamsen)

Teknikapping fyri skúlabólkar – tekningarnar skulu latast in á Bókasavninum áðrenn kl.12
Teknikapping fyri 4. fl. – tekningarnar skulu latast inn á Kunningarstovuni áðrenn kl.16
Borgarar rudda egin grundøki.
Endurnýtslan er opin kl.16-19
Seðil til plantupakkan kann heintast í Norðoya Kunningarstovu
Sniglaeitur kann heintast á Norðoya Kunningarstovu

Hósdag 12. mai:
kl.19.00 Almennur fyrilestur á Bókasavninum
Disu Christiansen og Joan Sørinardóttir: villar gagnplantur í Føroyum fyrr og nú, og hvussu tær kunnu nýtast í matgerðini. Smakkiroyndir verða eisini at fáa.

kl.21 Ungdómskafé í Húsinum – Evnið: Vit og umhvørvi.
Hans Hjalti Skaale kemur at hava eitt upplegg. Tónleikur verður eisini á skránni.

Borgarar rudda egin grundøki.
Endurnýtslan er opin kl.16-19
Seðil til plantupakkan kann heintast í Norðoya Kunningarstovu
Sniglaeitur kann heintast á Norðoya Kunningarstovu

Fríggjadag 13. mai
Vinnararnir í teknikappingini fyri 4. fl. verða kunngjørdir til morgunsangin kl.9.20.
Vinnararnir í teknikappingini fyri skúlabólkar verða kunngjørdir á tiltaki fyri skúlabólkar, sum verður á bókasavninum.

Borgarar rudda egin grundøki.
Endurnýtslan er opin kl.16-19
Seðil til plantupakkan kann heintast í Norðoya Kunningarstovu
Sniglaeitur kann heintast á Norðoya Kunningarstovu

Leygardag 14. mai
Ruskposar kunnu fáast við skýlið kl.9-12
Plantupakkin kann heintast við skýlið kl.9-12
Borgarar rudda býin.
Endurnýtslan er opin kl.15-19

Treysti skipar fyri renning kl.14
– FM í hálvmarathon
– 5km motiónsrenning
– Barnarenning
Tilmelding á www.fif.fo
– tilmelding til 5km renningina og barnarenningina er eisini á staðnum.

Norðoya Kunningarstova
 Umhvørvisvikan
 Kort

 

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.