Home Fólk & Samfelag Syðradalur – 200 ár

Syðradalur – 200 ár

by OML

Minningarhald, skráin, 2016.

Leygardagur 09. juli.

0830 – 1100
Húsar Kommuna bjóðar morgunmat í skúlanum.

0900
Gongutúrar í haga/fjøllum – leiðarar: Andrias, Steffan, Sørmundur o.a.

1000 – 2100
Magna Auðunsson hevur listaframsýning í Dungafjósinum.

1000 – 2100
Berit Vilhelmsen og Kala Lómaklett hava málningaframsýning í ”gomlu roykstovuni” Inni í Húsi (kjallarahædddini).

1000 – 2100
Paulina Eliasen framsýning av handarbeiði v. Bóka – og plakatsølu (mynd av Syðradali/E.Fuglø) í ”Inni har úti” – hoyggjhúsinum, sunnanvert sethúsini.

1000 – 2100
Framsýning í ”bilhúsinum hjá Eriki” av gomlum myndum, ið hava samband við Syðradal. Gloria Kalsø stílar fyri.

1000 – 2100
Margret Joensen og Myrna Jacobsen, framsýning av handarbeiði í kjallaranum ”Uppi í Húsi”.

1000 – 2100
Ættarsøguframsýning í Lykkirshúsi. Erna – og Ólavur Johannesen skipa fyri.

1030 og 1300
Spákað verður gjøgnum bygdina, har Asbjørn Lómaklett greiðir frá um minnisvarðan og einstøku húsini.

1030
Barnatiltak, har Jonna Fritsdóttir Mortensen stílar fyri. Hú. Kom. bjóðar børnunum okkurt at njóta.

1030 – 1300
Vitin á Høvdanum stendur einar 200 m sunnan fyri bøgarðin niðast/suðuri á bakkanum. Vitapassararnir verða har og greiða frá um vitan. Heitt verður á fólk at ganga eftir bakkanum, tá farið verður suður til vitan á Høvdanum.

1200
Viljin hevur matsølu allan dagin.

1500
Hátíðarhaldið verður sett:

1) Paulina Eliasen, handarbeiðslærari bjóðar vælkomin og kunnar um skránna.
2) Felagssangur.
3) Magni Garðalíð, borgarstjóri heldur røðu.
4) 17 sangarar føra fram.
5) Dánial Petur Højgaard, lívfrøðingur sigur frá um Catrinu Sofíu Joensen, f. 1840, ið giftist við Jørgeni á Nesi.
6) Felagssangur.
7) Bjørn Kalsø, løgtingsmaður heldur røðu.
8) 17 sangarar føra fram.
9) Paulina Eliasen endar.
10) Tjóðsangurin.

1700 – 1800
Hú. Kom. Bjóðar øllum súpan.

1800 – 1845
Føroyskur dansur á parkeringsplássinum, har Leivur Jacobsen, Jens Jacobsen og Asbjørn Lómaklett skipa fyri: Vaagen, Det er i nat en vaagenat, Her nógv er at gera, Huldugentan, Oh, kan du ikke mindes, Ólavur riddararós.

1900
Kvøldseta – Bjørn Kalsø stílar fyri og bjóðar vælkomin:

1) Felagssangur við harmonikutónleiki (Harald, Hanna og Terji).
2) Signhild V. Johannesen, býráðslimur heldur røðu.
3) Felagssangur (Harald, Hanna og Terji).
4) Marjun Lómaklett, prestur hugleiðir um kirkjusiðir í bygd uttan kirkju.
5) Felagssangur. (Harald, Hanna og Terji).
6) Signar í Homrum førir fram 4 løg.
7) Jógvan Skorheim, borgarstjóri heldur røðu.
8) Felagssangur. (Harald, Hanna og Terji).
9) Bjørn Kalsø, løgtingsmaður endar.
10) Felagssangur: Nú dagurin at enda er….. (Harald, Hanna og Terji).

Sunnudagur 10. juli:

1100
1) Útiguðstænasta á Syðradali v/Marjun lómaklett, sóknarpresti.
Tænastan verður í Húsa Kirkju, um ikki viðrar at vera úti.
Kirkjukórið í Christianskirkjuni hevur framførslu.
Faldari við sálmum verður tøkur.
Húsar Kirkja bjóðar drekkamunn aftan á guðstænastuna.

Meir seinni

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.