Hósdagin í farnu viku vórðu tilboðini upp á byggingina á Skúlatrøð latin upp í býráðshúsinum. Skúlabyggingin er størsta einstaka byggiverkætlan, ið Klaksvíkar kommuna er farin undir, og tí var spenningurin stórur um tilboðini.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, ið er formaður í stýrisbólkinum fyri skúlabyggingina, fegnast um, at tilboðini lógu nakað undir metingunum, ið ráðgevararnir annars høvdu gjørt. – Hetta merkir, at vit hava sera dugnaligar fyritøkur her í økinum, ið veita kappingarførar prísir og eina góða tænastu. Nú verða tilboðini gjøgnumgingin, og eftir ætlan verða sáttmálar undirskrivaðir í næstum, upplýsir borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu. RÁHÚS (stórarbeiðstøka) – Sp/f MALLTEK INNILOKING (stórarbeiðstøka) – Sp/f Norðhús INNRÆTTING (stórarbeiðstøka) – Sp/f MALLTEK MÚRARAARBEIÐI – Jan E. Andersen MÁLARAARBEIÐI – Sp/f Anskar Hansen GÓLVARBEIÐI – Gólvmenn HVS-ARBEIÐI – P/f Blikksmiðjan VENTILATIÓNSARBEIÐI – P/f Blikksmiðjan CTS-ARBEIÐI – Sp/f Victor á Lakjuni EL-ARBEIÐI – Sp/f EL-IN Samlaði kostnaðurin fyri hendan partin av skúlabyggingini varð mettur til 68,8 mió., meðan tilboðini lógu á 65,8 mió. |
Kelda:klaksvik.fo
|