Aftaná 41 A-landsdystir og 10 fyri Føroyar, hevur Malena Josephsen nú avgjørt at takka fyri seg á føroyska kvinnulandsliðnum
Tað er nokk ikki ov nógv sagt, at liðskiparin á fremsta kvinnuliðnum hjá KÍ, Malena Josephsen, hevur verið ímyndin av føroyskum kvinnufótbólti seinastu nógvu árini.
Seytjan meistaraheitir, 13 steypafinalusigrar, 41 altjóða A-landsdystir og 10 mál fyri kvinnulandsliðið tala fyri seg. Har afturat hevur Malena verið við landsliðnum á trimum oyggjaleikum, í 2001, 2003 og í 2005. Á oyggjaleikunum gjørdist tað til 12 dystir, 14 mál og tríggjar gull.
Men nú hevur Malena Josephsen valt at takka fyri seg á landsliðnum, sum hon hevur verið fastur partur av síðani 2001.
– Hetta hava verið nøkur fantastisk ár á landsliðnum, og eg havi verið ótrúliga stolt av at umboða Føroyar, hvørjaferð vit hava verið í dysti. Men eg haldi, at nú tá eitt nýtt landslið skal byggjast upp, so er tíðin komin, at eg takki fyri meg, sjálvt um hugurin framvegis er til staðar, sigur Malena Josephsen við heimasíðuna hjá FSF.
Í hesum døgum fyrireikar kvinnulandsliðið seg til Baltic Cup, sum verður í Riga í Lettlandi frá 31. juli til 8. august. Endaliga hópurin verður úttikin seinni í vikuni. Men fyri fyrstu ferð í fimtan ár verður tað uttan stríðskvinnuna úr Klaksvík, Malenu Josephsen.