Home Fólk & Samfelag Bingjur við bilvrøkum skulu fáa bilførarar at halda hámarksferðina

Bingjur við bilvrøkum skulu fáa bilførarar at halda hámarksferðina

by OML

Frá í morgin til 7. august minnir Ráðið fyri Ferðslutrygd í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar okkum á at halda hámarksferðina. Átakið tekur støði í filminum frá seinasta heysti, ‘Hin dagin eg hevði skund’. Vit vita, at ov nógv ferð er tann orsøkin, sum oftast gongur aftur í ferðsluvanlukkum, har onkur doyr ella fær álvarsligan skaða.

 

Bilvrøk á landsvegum

Í átakinum verða bilførarar ávirkaðir í koyristøðuni. Á fimm útvaldum støðum á landsvegi kring landið eru settar upp bingjur við bilvrøkum frá veruligum ferðsluóhappum í føroysku ferðsluni. Á síðuni á bingjuni er boðskapurin: ‘Hin dagin eg hevði skund’ við mynd úr sama filmi. Fyri at vissa, at støðini við bingjum ikki nerva ferðslutrygdina, eru tey fimm støðini útvald í samstarvi við Landsverk, sum eisini hevur givið loyvi til uppsetinginar. Bileigararnir hava allir givið loyvi at nýta vrøkini til átakið.

Filmurin verður samstundis at síggja í sjónvarpinum og útvarpinum hjá KVF og á internetinum.

 

Skelti á kommuvegum

RFF hevur boðið kommunum at vera við í átakinum. 5 kommunur í Vágum og í Eysturoynni hava tikið av at hava skelti á kommunuvegum við sama boðskapi sum á bingjunum.

 

Ov fá siga seg vanliga halda hámarksferðina

Gallupkanning frá desember í fjør vísir, at stórur partur av føroyingum fara lætt um hámarksferðina. Tilsamans søgdu 39% seg halda hámarksferðina, meðan bert 21% av teimum 25-39 ára gomlu søgdu seg halda hana. Restin segði seg koyra skjótari. Longu tá koyrt verður 10 km/t skjótari enn hámarksferðina, økist vandin at doyggja í samanstoyti munandi.

 

Tí er tað ein stórur bati at seta ferðina eitt sindur niður

Fleiri, sum eru fyri álvarsligum ferðsluvanlukkum, eru sjálv uttan skuld í hendingini. Tú kanst vera á skeivum staði skeivu tíðina. Men hetta er ikki galdandi fyri fjøldina. Menniskansligir feilir liggja aftanfyri næstan allar vanlukkur á vegunum, vísa útlendskar kanningar. Hámarksferðin er sett, fyri at ferðandi skulu hava eitt trygdarskotbrá, um tað gongur galið. Koyrir tú ov skjótt, tekur tú bæði av tínum trygdarskotbráði og tí hjá øðrum. Vilt tú gera títt til at gera ferðsluna tryggari, skalt tú halda hámarksferðina. Fyri flestøll okkara merkir tað bert at seta ferðina eitt lítið sindur niður. Gera øll tað, ger tað stóran mun:

  • Halt hámarksferðina í góðum líkindum
  • Set ferðina hóskandi niður, tá líkindini eru ivasom
  • Hav atlit fyri øðrum í ferðsluni
  • Legg uppí, um tú ert ferðafólk, har koyrt verður ov skjótt.

Filmurin kann síggjast her: https://www.youtube.com/watch?v=h-j4oMR-sU8

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.