Home Ung & Ítróttur Banjometal í heimsflokki

Banjometal í heimsflokki

by OML

Finskir tónleikaúrmælingar geva tungmálmsklassikarum nýtt lív í knívskørpum, stuttligum og livandi hillbilly hami

Finski  bólkurin Steve’n’ Seagulls spæla nøkur av heimsins kendastu rock og heavy løgum á sín heilt serliga máta. Við banjo, akustiskum gittara, mandolin, accordion og kontrabasssi skifta heimskend løg, sum Thunderstruck hjá AC/DC ham – men á ein løgnan hátt er tað, sum at tey eiga at ljóða so.

Steve’n’ Seagulls fóru sum skógareldur um YouTube, tá teir á eini heimagjørdari video spældu Thunderstruck.

Lagið byrjar við accordion spælaranum, sum kemur á eini grassláimaskinu og so fer heimskenda “Thunder!” tjantið ígongd.

25 milliónir ferðir er fyrsta lagið hjá teimum spælt á YouTube, meðan løg sum Seek and Destroy, Run to the Hills og Holy Diver eisini eru á playlistanum hjá Steve’n’ Seagulls.

Ein orsøk til at Steve’n’ Seagulls eru vorðnir kendir er helst, at hóast tað kann tykjast løgið, at broyta klassisk heavy og rock løg til fjallakontry, so hava tónleikaligu dygdirnar hjá finnunum við sær at løgini ljóða, sum vóru tey skrivaði til banjo og mandolin.

Steve’n’ Seagulls skulu upplivast á G! Festivalinum.

Leinkjur:

Thunderstruck – https://www.youtube.com/watch?v=e4Ao-iNPPUc

You Shook me all night long – https://www.youtube.com/watch?v=cZS12RiBQ3o

The Trooper –

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.