Home Fólk & SamfelagPolitikkur Tað vóru ikki bert tóm lyfti

Tað vóru ikki bert tóm lyfti

by OML

Mangan søgdu vit í Javnaðarflokkinum í valstríðnum, at vit fara at siga tað sama eftir valið, sum vit siga undan valinum. Hetta ætla vit eisini at liva upp til, og tí er tað sera gleðiligt, at vit í farnu viku fingu tvær fráboðanir um tiltøk, sum beinleiðis taka støðið í tí, sum varð ført fram í valstríðnum sum alneyðug átøk, og sum eru niðurfeld í samgonguskjalið. Fyrra er frá Fíggjarmálaráðnum um hægri barnafrádrátt til smábarnafamiljur, og hitt seinna frá Mentamálaráðnum um hægri útbúgvingarstuðul til hægri lesandi og tiltøk fyri lesandi einsamallar forsyrgjarar.

Sagt verður m.a. í samgonguskjalinum, at høvuðsmál, sum vit fara undir at loysa alt fyri eitt, eru m.a., at taka avbjóðingina við aldurs- og kynssamansetingini í álvara  við íløgum í  ungdóm, útbúgving, mentan og barnafamiljur. Hetta eru sjálvandi føgur orð, tí avbjóðingin er risastór og kann neyvan loysast í einum. Tí er tað so týdningarmikið, at vit taka røttu stigini alt fyri eitt og síðan byggja víðari við somu kós.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna hevur sent uppskot til hoyringar, har barnafradrátturin hækkar 42% næsta ár fyri børn millum 0 og 6 ár. Frádrátturin hækkar sostatt 2.700 kr og fer úr 6.500 kr uppí 9.200 kr. árliga. Taka vit miðalbarnafrádráttin hjá kommunum við upp á 6.350 kr, so kemur frádrátturin fyri hvørt barnið undir 7 ár upp á 15.550 kr. árliga. Hækkingin kostar 12 mió . kr fyri 2017. Tað er eingin ivi um, at henda broytingin fer veruliga at lætta um hjá barnafamiljunum, og tað fegnast vit í flokkinum stórliga yvir.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna hevur eisini sent uppskot út til hoyringar viðvíkjandi lestrarstuðulinum. Uppskotið ger, at lestrarstuðulin til hægri lesandi hækkar við 500 kr. um mánaðin. Harumframt fara einsamallir forsyrgjarar at fáa stuðul 12. mánaðin, og barnastudningurin hækkar upp í 1.000 kr. um mánaðin fyri hvørt barnið. Tað hevur týdning, at lesandi foreldur fáa stuðul 12 mánaðir, soleiðis at tey lættari kunnu halda frí saman og ikki noyðast út at arbeiða fyri at klára føstu útreiðslurnar. Annars er málið hjá landsstýriskvinnuni, at øll hægri lesandi skulu fáa stuðul allar 12 mánaðirnar í árinum. Kostnaðurin av tiltøkunum  í 2017 er 6 mió. kr., men ætlaninin er, at lestrarstuðulin skal hækka við áleið 6 mió. kr. árliga komandi trý árini. Soleiðis náa vit í 2019 sama støði i studningi sum í eitt nú Danmark.

Hesi bæði uppskotini, sum uttan iva fara at vinna stóran meiriluta á tingi, venda avgjørt rætt, tá hugsað verður um, hví barnafamiljur og einsamallir forsyrgjarar velja at búseta seg uttanlands, ella hví rættiliga nógv lesandi ongantíð koma heimaftur. Tí skal hetta alt eisini síggjast í ljósinum av, at størsta avbjóðingin hjá nútíðar Føroyum er, at vit hava eitt skeivt aldurs- og kynsbýtið. Vit hava hægsta føðitíttleika í Evropa, og tað skulu vit sjálvandi fegnast um, men vit missa tíverrri burturav í yngra endanum, tí barnafamiljur, einsamallir forsyrgjarar og lesandi velja annan bústað enn Føroyar. Tí mugu vit, ikki bara nú, men framhaldandi, hava fokus á hesar bólkar. Málið er greitt, at vit skulu fáa tey at velja Føroyar heldur enn eitt av okkara grannalondum.

Sjálvandi náa vit ikki málinum við hesum báðum uppskotunum, men vit mugu tó staðfesta, at stigini eru røtt, og at tey peika rætta vegin. Halda vit áfram við hesum politikkinum, so fer at bragda.

Sum partur av hesum arbeiði, so fegnast vit í Javnaðarflokkinum um hesi tiltøk frá Kristinu og Rigmor, og vit vilja sjávandi stuðla teimum fult og heilt, tá tey koma á tingborð. Okkara áheitan skal stutt vera, at tit halda áfram á somu kós, tí hon er avgjørd røtt.

Javnaðarflokkurin

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.