Home VinnutíðindiAlivinna Illgruni um at fiskur er fongdur við sjúkuelvandi ILA virus

Illgruni um at fiskur er fongdur við sjúkuelvandi ILA virus

by OML

Í sambandi við regluligt eftirlit hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður, er illgruni um at fiskurin er fongdur við sjúkuelvandi ILA virus.

Illgrunin kemur eftir at kanningarúrslit í einum aliringi geva ábendingar um at sokallaða HPR-del ILA virus er í fiskinum.

Bakkafrost fyrireikar seg til at fremja neyðug tiltøk.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer komandi dagarnar at gera nærri kanningar á aliøkinum. Úrslitini verða tøk um nakrar dagar.

Á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður svimja 1,2 milliónir fiskar, sum hava eina miðalvekt á 0,54 kg. Hetta gevur ein biomassa á áleið 665 tons.

Bakkafrost sendir nýggja fráboðan út, tá endaligu úrslitini frá kanningunum á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður eru tøk, og niðurstøða verður gjørd um hvussu farast skal fram.

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.