Um løgmaður Aksel Jóhannesen saman við umboðunum fyri javnaðarflokkin í norðurøkinum taka undir við, at Sjúkrahúsverkið skal hava eina leiðslu, so eiga tit at koma út úr buskinum og siga tað. Tey sum valdu tykkum og allir Norðoyingar annars hava rætt til at vita, hvar tey hava tykkum í hesum máli.Norðoyingar hava eisini rætt til at vita, um tit klára at liva við, at arbeiðssetningurin ikki bleiv yvirhildin í tilmælinum, ella : Eru tit líkasæl ? hvar er rættvísiskenslan, nú tit sita í samgongu ?
Tað hevur verið sera friðarligt á portalunum frá umboðum úr norðurøkinum, sum ongantíð fyrr. Nú sum ongantíð fyrr hava norðoyingar brúk fyri uppbakningi frá teimum, sum tey til seinasta val settu sítt álit á. Hesi skjóta seg undir, at stríðið skal vinnast í løgtinginum og ikki í fjølmiðlunum, men tøgnin er larmandi. Hvar eru umboð okkara, í hesum fyri okkum, sera tíðandi máli ?
Harra løgmaður, gloym ongantíð , at tað vóru norðoyingar, sum av fyrstum stóðu saman um, at tú skuldi blíva politikari, meðan tú enn var eitt óskrivað blað í politikki.
Norðoyingar vóru spentir og glaðir fyri henda mann, tey høvdu sett sítt álit á. Men tá hesin fekk størri ávirkan, var eitt tað fyrsta hann gjørdi at flyta føðideildina til Havnar. Eitt av úrslitunum av hesum bleiv, at nógvir norðingar nú til “skræk og adsvarsel” koma til verðina við vegjaðaran, á veg til landssjúkrahúsið.
Nú er hesin sami politikari blivin løgmaður. Norðoyingar eru enn spentir uppá, hvat teirra løgmaður fer at gera. Nei, ikki eitt kis hoyrist frá løgmanni, í hesum sera spenta máli fyri norðoyingar í løtuni.
Eitt er vist og tað vita vit øll og eisini harra løgmaður, Aksel Jóhannesen. Blívur talan um eina leiðslu fyri øll trí sjúkrahúsini, so er liðugt. Fær henda ´menningarætlan´ sítt vælsignilsi frá løgmanni ? Tað næsta sum hendir er, at henda eina leiðslan avger, at ongin tilbúgving skal verða á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Fer løgmaður tá at skylda uppá hesa einu leiðsluna, at tað er hon sum tekur avgerðir og ikki hann sum løgmaður ? Ella við øðrum øðrum, mamma mamma tað var ikki eg….
Harra løgmaður, kom út úr buskinum í hesum máli og traðka í karakter !! Fortel teimum sum valdu teg her norðuri og øllum norðoyingum annars, hvar tey hava politikaran, sum tey valdu og sum bleiv løgmaður.
Ríkidømið út í hvønn krók ?
Hvat bleiv av herrópinum aðrenn valið, at nú skuldi ríkidømi í Føroyum út í hvønn krók í landinum. Nú skuldi rættvísi og opinleiki innaftur í føroyskan politik. Alt skuldi deilast so javnt millum føroyingar Føroyar. Vóru hetta bert tóm orð, orðavendingar sum ljóðaðu væl, men uttan hald í veruleikanum ? Er norðurøkið nú ikki eingang ein krókur í landinum, hvat bleiv meint við hvønn krók. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur í øllum førum sera stóran og avgerandi týdning fyri okkum, sum her búleikast og onnur við eisini.
Nú sita vit øll spent og bíða eftir, hvønn týdning orðini hjá løgmanni áðrenn valið høvdu, at nú skuldi ríkidømi í landinum út í hvønn krók !
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingslimur