FERÐSLUTRYGD: Til tess at varpa ljós á nøkur serlig viðurskifti í føroysku ferðsluni gjørdi Landsverk fyri fýra árum síðani ein film um ferðslutrygd og atburð í ferðsluni í Føroyum. Filmurin, sum nú er dagførdur, vendir sær beinleiðis til útlendsk ferðafólk. Somuleiðis er nýggjur faldari gjørdur við sama endamáli.
Veganetið í Føroyum er væl útbygt, men ferðslutrygd er og verður altíð nakað, ið støðugt ljós eigur at vera á.
Sum avvarðandi stovnur av landsvegakervinum arbeiðir Landsverk áhaldandi fyri, at ferðslan skal glíða so væl og trygt, sum tilber. Hetta merkir eisini, at øll, sum nýta infrakervið, vísa neyðugt varsemi og kurteisni, tí slíkur atburður í ferðsluni kemur øllum ferðandi til góða.
Summarið er tann árstíðin, har flest útlendsk ferðafólk leita sær hendanvegin við bili. Flestu teirra eru ikki kend við føroysku ferðsluna og hava lítlar ella ongar royndir við teimum serligu fyribrigdunum, ið eru eyðkend fyri okkara infrakervi og ferðslu sum heild. Til dømis vansan við seyði á vegunum og einbreytaðir vegir og tunlar.
Við øktari ferðslutrygd fyri eyga gjørdi Landsverk í samstarvi við Kovboyfilm fyri fýra árum síðani ein film, ið beinleiðis vendir sær til útlendingar.
Filmurin, sum nú er dagførdur, viðger tey atlit, sum allir bilførarar eiga at taka, tá koyrt verður í Føroyum. Talan er um ein teknifilm, sum á greiðan hátt vísir nakrar støður, ið allir bilførarar kunnu koma út fyri á føroyska infrakervinum. Ikki minst hvussu einstaki bilførarin best tekur hædd fyri slíkum støðum og kemur best burtur úr teimum.
Í sambandi við framleiðsluna av filminum heitti Landsverk á ferðaskrivstovur, flutningsfeløg og aðrar veitarar innan føroysku ferðavinnu, at kunna ferðafólk um filmin og sýna hann, har tað ber til. Hendan áheitanin stendur framvegis við.
Filmurin, sum sjálvandi er á enskum máli, kann síggjast á YouToube við at trýsta her.
Tilhoyrandi faldari kann takast niður á hesi leinkju:
Driving_in_the_Faroe_Islands.pdf(6,92 MB)