Home Fólk & Samfelag Sjálvandi setur landsstýrismaður sín aðalstjóra

Sjálvandi setur landsstýrismaður sín aðalstjóra

by OML

Vit mugu koma víðari og gera eina skipan ið øll kunnu liva við.

Óli M. Lassen, siviløkomomur

Óli M. Lassen, siviløkomomur

Nú nógv hevur verið skriva um setanarbólkar og setan av aðalstjóra, so skal eg gera  nakrar viðmerkingar til tær mannagongdir í hava veri vanligar í Føroyum har tað er Løgmaður í setur allar aðalstjórar í Føroyum.

Eg skal ikki gera so nógvar viðmerkingar til málsviðger av aðalstjórasetanini í vinnumálaráðnum har ein sera kvalifiseraður persónur søkti og var innstillaður sum nr 1 men tó ikki fekk starvið. Hetta vísir at skipanin í vit hava, als ikki kann brúkast.

Neyðugt er at gera eina einfalda skipan har setunarbólkur viðger umsóknirnar í koma til eitt aðalstjórastarv. Men har umsøkjararnir fáa greitt at vita longu í starvslýsingini at tað er landsstýrismaðurin í ávísa ráð í suverent setur aðalstjóra og at starvið er áramálasett til 5 ár.

Hetta er neyðugt fyri at fáa trygg viðurskiftir í ráðnum og soleiðis at ráðharrin / kvinnan hava ein aðalstjóra ið tey ynskja at hava tætt at sær og verða við til at ráðgeva og leiða aðalstýrið.

Um ein nýggjur landsstýrismaður verður settur ella val verður útskriva, so veit hesin landsstýrismaður, at tann aðalstjóri situr t.d. 1 ella 3 ár afturatat, so skal hesin úr ráðnum aftur.

Hinvegin kann ein landsstýrismaður / kvinna ið kemur aftaná undanfarna landsstýrismann velja at leingja setanina hjá aðalstjóranum um teirra samstarv riggar sum tað skal.

Ongastaðni í privata vinnulívinum vildi man sett ein skrivstovustjóra ella persónligan skrivara um stjórin ikki tímdi ella dámdi at arbeiða saman við hesum persóni. At hava eina skipan har ein ministari fær ein persón sum aðalstjóra ið er útvaldur frá løgmansskrivstovuni er ikki nøktandi. Sjálvandi má ein ministari sjálvur velja síni nærmastu fólk.

mikudagur, 20. juli 2016

Óli M. Lassen 24.FO

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.