Home Fólk & Samfelag “Tú ert ein sannur leiðari”

“Tú ert ein sannur leiðari”

by OML

Í gjár var móttøka fyri Boga á Steig, fráfarandi leiðara á Barnatannrøktini, og Camillu Tardini, sum tekur við eftir Boga.

Bogi á Steig hevur verið drúgvur og trúgvur leiðari á Barnatannrøktini, og hann hevur myndað stovnin væl seinastu mongu árini. Fríggjadagin varð hann heiðraður fyri hetta, tá ið nógv fólk vitjaðu almennu móttøkuna fyri honum. Her hildu Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Marjun Biskupstø, tannlækni á Barnatannrøktini røðu fyri Boga.

Harumframt nýttu Halldis á Grønastøð, sertannlækni og Oddmar Færø, formaður í Tannlæknafelag Føroya eisini høvið at siga nøkur orð.

Mánamorgunin tekur Camilla Tardini við starvinum sum leiðari á Barnatannrøktini, og á móttøkuni ynskti borgarstjórin henni eisini vælkomnari og bestu eydnu í starvinum.

Niðanfyri endurgeva vit røðuna, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt fyri Boga og Camillu.

“Góði Bogi

Seinastu mongu árini hevur tú verið barnatannrøktin og barnatannrøktin hevur verið tú. Tú hevur ment stovnin til tað, sum hann er í dag.

Barnatannrøktin hevur verið fyri nógvum avbjóðingum og broytingum í síni livitíð. Men tú – Bogi – hevur øll árini verið tað trúfasta og stabila elementið.

*****

Tú vart við, tá ið skipanin varð víðkað til at fevna um næmingar í øllum flokkum og í øllum norðoyggjum.

Tú vart við, tá ið dagstovnarnir vórðu tiknir uppí barnatannrøktina.

Og tú vart við, tá ið skipanin bleiv víðkað til eisini at fylgja teimum ungu eftir loknan fólkaskúla, soleiðis at tænastan nú er fyri øll 0 til 18 ára gomul í kommununi.

Tú gekk á odda fyri tí ætlanini og tú bleiv undangongumaður, tí vit í Klaksvík vóru fyrsta kommuna at bjóða ókeypis tannrøkt til allar borgarar upp til 18 ár.

Tú vart við, tá ið tit fluttu niðan í núverandi hølini.

Tú vart við, tá ið tit byrjaðu at lata teimum gávu, sum komu ígjøgnum allan fólkaskúlan uttan nakað hol í tonnunum.

Og so seint sum hesa vikuna vart tú við, tá ið lyftin bleiv klár til nýtslu, soleiðis at øll nú hava javnbjóðis møguleikar fyri at koma til tannlæknan á skúlanum.

*****

Líkasum ein góður leiðari kann vera tað stabila elementið á einum arbeiðsplássi, so kann arbeiðsplássið eisini vera eitt trygt og støðugt element hjá okkum fólkum, tá ið lívið annars bjóðar av.

Og soleiðis hevur eisini verið hjá tær, Bogi.

Tú og barnatannrøktin hava verið góð hvørt við annað, og hvørt fyri annað.

*****

Tú hevur verið við til nógv, og sum sagt hevur tú altíð átikið tær leiklutin sum leiðari og gingið á odda.

Samstarvið við teg hevur verið fyrimyndarligt, tí tú ert so arbeiðssamur, pliktuppfyllandi og loyalur.

Tú hevur altíð hildið teg innanfyri játtaðar karmar, og borgarstjórar hava altíð kunnað kent seg tryggar, tí okkum dáma generelt ikki yvirraskilsir á fíggjarliga økinum.

Tú ert ein sannur leiðari.

Og ‘leiðari’, tað er ikki bara nakað, man ger – tað er eisini nakað, man er.

Tað er eitt starv og ein leiklutur, men tað er eisini eitt lív. Tað krevur fakleika, men tað krevur sanniliga eisini persónligheit. Og tú Bogi hevur hesi bæði.

*****

Tú hevur varðað av einum ómetaliga góðum arbeiðsplássi, har starvsfólkini tykjast at trívast so væl, at tey vera verðandi í nógv ár.

Tað hava vit í øllum førum sannað norðuri í býráðnum, tí vit kunnu altíð vænta at sleppa at hátíðarhalda onkran stóran rundan starvsdag hjá barnatannrøktini ?

Og eg má viðganga, at eg fái somu tankar hvørjaferð eg eri saman við tykkum: Tit hava eitt ótrúliga gott arbeiðspláss.

Kanska eitt sindur trongt arbeiðspláss, tá ið vit hugsa um kaffistovuna ? Men av tí sama eisini eitt fjálgt arbeiðspláss, har tit koma hvørjum øðrum við og kenna hvønn annan væl.

Eitt arbeiðspláss verður ikki so gott av sær sjálvum. Tað krevur nakað serligt av starvsfólkunum, men so sanniliga eisini av leiðaranum.

Og tú Bogi hevur øll hesi árini verið ein góður og dugnaligur leiðari á Barnatannrøktini. Tú hevur verið veikurin í ljósinum, sum fjálgar um arbeiðsplássið, og tað eru vit øll sera takksom fyri.

Tú hevur sum sagt gjørt eitt megnar arbeiði sum leiðari á Barnatannrøktini, og tí ivist eg heldur onga løtu í, at hetta góða arbeiðsplássið nú fer at taka væl ímóti nýggja leiðaranum, Camillu Tardini.

*****

Velkommen til, Camilla. Vi er meget spændte på at få dig som vores nye leder af børnetandklinikken.

Du får nu lederskab over en god arbejdsplads, hvor hjerterum overgår husrum 🙂

Du får ansvaret for en kompetent og trofast stab, som jeg er sikker på vil tage varmt imod dig.

Din forgænger er en garvet mand i faget, og jeg er sikker på, at I begge to nok skal sørge for, at overgangen går godt. Endnu en gang velkommen.

*****

Eg skal ikki troytta tykkum meira. Men eg vil bara takka tær, Bogi, enn einaferð, fyri tíðina sum leiðari á Barnatannrøktini, og í sama umfari ynskja tær, Camillu, hjartaliga vælkomin.

Vit ynskja tykkum báðum alt tað allar besta í framtíðini.

Takk fyri.”

Kelda:klaksvik.fo mynd Dávur Winther 31-10-2015

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.